
Hólmgongan millum Poul Michelsen og Jenis av Rana
Í seinasta formansumfarinum í Kongshøll í Tórshavn vóru Jenis av Rana (JR), formaður í Miðflokkinum, og Poul Michelsen (PM), formaður í Framsókn, í hólmgongu, og tá læt formaður Miðfloksins hurðina á glopp fyri, at samkynd pør framhaldandi fara at kunna tryggja seg løgfrøðiliga, hóast tey ikki fara at kunna giftast. Soleiðis fullu orðini teirra millum:
Verturin: Poul Michelsen, hvønn ætlar tú í hólmgongu við?
PM: Altso eg ætlaði faktiskt at taka onkran annan, men Jenis er í hopla, eg haldi eg fari at velja Jenis.
Verturin: Eg sigi ger so væl.
PM: Tú veit at tú hevur útilukkað okkum, so eg gangi út frá at tú roknar ikki við okkum í samgongu, men tað haldi eg kanska, at tað eisini hóskar væl.
JR: Tað er slett ikki sikkurt. Tí hvissi tú uppførir teg gott, so kann tað saktans blíva eitt gott parlag burturúr okum báðum.
PM: Nú, nú koma vit til poengið. Nú koma vit til poengið, altso. Tí sært tú, tit hava koyrt út, nú veitst tú, at Framsókn sendur fyri at gera samfelagið meira rúmsátt, meira tíðarhóskandi, meira tolið og meira litríkt ...
JR: Aftur í tíðina.
PM: Nei, tað haldi eg er eitt framstig. Ein tíðarhóskandi er sjáldandi [sic] aftureftir, tað plagar at fylgja við tíðini. So kemur hesin her spurningurin, at: Vit hava hjúnabandslógina (avbrot) og har sigur tú, ella har sigur flokkurin hjá tær, at, øgiliga obligatoriskt, og Bill hevur jú váttað tað, at skulu tit í samgongu, nú vendir tað sikkurt til Bárð og Jørgen kanska, so er tað heilt klárt – eitt obligatoriskt krav, at tað skal skrúvast aftur. Hjúnabandslógin skal skrúvast aftur. Tað siga tit, og er tað stadigvekk – onki uttanumsnakk nú, sum tú segði í áðni, nú skal tað vera heilt konkret – Er tað stadigvekk tykkara krav, at fyri at koma í samgongu, so skulu Jørgen og Bárður ganga við til at skrúva hjúnabandslógina aftur. Er tað kravið?
JR: Hjúnabandslógin bleiv skrúvað aftur, tá tykur fóru at broyta hana, soleiðis at hon kom at líkna á, á tí kynsliga økinum, kom at líkna tí sum var í Oldtíðini, sum var áðrenn kristna trúgvin kom við sínum ljósi. Tað er so nakað, lat tað vera púra greitt. Okur fara at gera broytingar í hjúnabandslógini. Okur fara sjálvandi ikki at taka nøkur rættindi frá fólki. Altso tey hava verið inni og keypt eina spilta vøru, tey hava fingið hana, okur kunna ávara tey ímóti at hatta var skeivt, men okur fara ikki at taka vøruna frá teimum, tað hava okur ikki rætt til. Men okur fara at broyta lógina, soleiðis at önnur ikki kunna fara inn og keypa ta somu, spiltu vøruna. Ja, tað fara okur.
PM: Onnur, hvør er hesi onnur? Nýggj?
JR: Ja, nýggj, nettupp, fólk sum ætla sær at gera ta somu dáragerðina, sum er at ganga ímóti skaparanum.
PM: Tað vil siga, at treytin fyri at fara í samgongu er tað, at hjúnabandslógin verður skrúvað aftur, og ongin sleppur aftaná tað at verða giftur sum er samkyndur. Er tað tað, tú sigur?
JR: Altso, hjúnabandið hoyrir til mann og konu, ongan annan. Tað at hesi [samkynd, red.] kanska ætla sær at tryggja hvønn annan, tann møguleikin er ein juridiskur spurningur, tað kunnu tey orðna, men lat hjúnabandið fáa frið. Tað hoyrir til mann og kvinnu, og tað eru bara tvey av hvør sínum kyni, sum kunnu ganga saman í hjúnalag. Har er Miðflokkurin púra greiður.
PM: Tað staðfestir bara tað, at tað er natúrligt, at vit báðir ikki eru í samgongu. Eg gangi út frá at Jørgen og Bárður ganga við til tað.
JR: Nú hava vit tíni orð fyri, at okur ikki kunna vera í samgongu.