Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til arbeiðis við opnum sinni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.09.2019 - 04:05 Lesarabrøv Politikkur

Eri grundleggjandi ósamdur við tí sum valevni Miðflokksins, Ragnar Ludvík, skrivar her á nordlysid.fo.

 

Eg fegnist stórliga um at vit búgva í einum landi har vit hava frælsið og rættindi til at trúgva og enntá at tosað opið um okkara trúgv. Í stórum parti av heiminum verða kristin forfyld og enn í dag mugu doyggja fyri sína trúgv.

Eg fegnist eisini um at vit liva í einum samfelag har eisini tey samkyndu hava frælsið at liva og virka á jøvnum føti við allar aðrar samfelagsbólkar. Í stórum pørtum av heiminum verður hesin samfelagsbólkur forfyldur og mugu eins og kristin láta lív fyri sín samleika.

Tey sum hava staðið á odda fyri stríðnum fyri hesum í dag sjálvsøgdu rættindum hava uppiborið stóra virðing. Í orðadrátti í einum fólkaræði eiga øll sjónarmið rætt til at verða hoyrd og tí eiga tey sum standa alment fram at royna sína hugsjón í verki sjálvsagt eina stóra tøkk - eisini tey sum hava somu sjónarmið sum valevni miðflokksins.

Mín bøn og ynski til tey, sum eru vald inn í løgtingið, er at tey fara til arbeiðis við einum opnum sinnið og at tey fáa megi, vísdóm og umstøður at gera eitt gott arbeiði fyri hetta landi, sum í so mangar mátar er fantastiskt at liva í, hóast at eisini her eru stórar avbjóðingar.

Líkamikið hvørja stjórn vit fáa kemur ein komandi altíð at byggja á herðarnar hjá fráfarandi og tey eiga tí eisini eina stóra tøkk frá mær.

Tað er mín bøn og ynski at líkamikið hvørja stjórn vit fáa – at hon fær allarbestu umstøðurnar at virka undir so verk hennara kunnu verða fólkinum í Føroyum at frama.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð