Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað verður eftir øllum at døma heilt fitt av regni í annaðkvøld. Tað byrjar seint seinnapartin og heldur á til nakað eftir midnátt. Ringast verður sunnanfjørðs, og saman við nógvum regni fylgir altíð vindur. So har sum ættin er góð norðanfjørðs, fer ikki at regna so nógv sum í støðum sunnanfjørð, har sum ættin ikki er góð. Har fer at regna sera illa. | Mynd: mz.co.nz/news

Dorian er her í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.09.2019 - 18:04 Tíðindi Veðrið

Restirnar av tropisku ódnini Dorian, sum oyðilegði so nógv í Bahamas fyri nøkrum døgum síðan, fara at seta sín dám á veðrið í morgin.

Vindurin verður ikki so nógvur, men tað fer at regna – í støðum er talan um nógv regn, upp í 12 mm í tveir tímar annaðkvøld.

Í nátt fer ættin niður í sunnan, og í morgin ári, tá ið fólk fara til arbeiðis, eru 5 til 10 m/s úr suðuri. Á middegi fer ættin í landsynning-sunnan, og vindurin fer at veksa upp í 10 til 15 m/s.

Klokkan 14 ella 15 fer at regna. Regnumráðið kemur vestaneftir, so tað regnar fyrst í Mykinesi og í Vágum; klokkan 16 regnar í øllum landinum.

Í sunnara parti av landinum (í Suðuroy, Skúvoy og Sandoy) fer at regna sera illa eina løtu, og vindurin fer at veksa upp í 15 til 20 m/s. Tað ringasta er klokkan 19 til 21.

Nakað eftir midnátt er tað samanrunnað brúgvalagið farið eystur um Føroyar. Tað fer at slíta í, ættin fer upp í útsynning-vestan, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…