Lýsing
Lýsing
Lýsing

DJ Freedom boðar frá veitsluróma til Vit elska 90ini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.09.2019 - 21:47 Mentan Tíðindaskriv

Vit kunnu nú avdúka, at DJ Freedom verður við til risastóra tiltakið Vit elska 90ini, sum verður í Hoyvíkshøllini 12. oktober. DJ Freedom kom brúsandi inn á danska og altjóða dansipallin, tá hann við sínum glaða tónleiki, setti lív í dansistøðini kring heimin. 

Á plakatini til tiltakið stendur at lesa “Vit elska 90ini, og alt tað besta við 00unum”. Og DJ Freedom hoyrir til seinna bólkin. DJ Freedom gav út stakløgini “Hang On” og “Susanna” í 2001, og hevur síðani verið fast innbúgv í dansistøðunum kring heimin.

Hansara lívligi tónleikur fer uttan iva at seta lív í stóru fjøldina til stóra tiltakið í Hoyvíkshøllini 12. oktober.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My og Cut ´N´ Move fara at framføra til Vit elska 90ini.

Atgongumerki fáast á ebillet.fo. Tað eru tvey sløg av atgongumerkjum. Tú kanst keypa vanlig atgongumerki fyri kr. 395,- ella “Alt í einum atgongumerki”, sum gevur tær atgongd til tiltakið og fría barr í Hvonn básinum. “Alt í einum atgongumerki” kostar kr. 795,-.

Vit elska 90ini er stuðla av Atlantic Airways, Okkara og Hvonn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum