Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman við Alex Sólstein í Edinburgh

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.09.2019 - 18:05 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Umleið helvtin av túrinum hjá mær og Alex í Edinburgh er av. 88 ára gamli Alex er ein maður við ótømandi vitan og tí sera áhugaverdur at ferðast saman við. Tað kunnu helst eisini øll tey mongu, sum á sinni ferðaust við Norðlýsinum, Alexi og Atlantic Airways til London á sinni.

Her vit nú eru, í Edinburgh við Atlantic, er ikki minni av søguligum tilfari enn í London. Alex hevur skrivað eitt petti um høvuðsgøtuna í Edinburgh, The Royal Mile, sum øll, ið koma henda vegin vitja. Alex sigur frá:

The Royal Mile

The Royal Mile er ein av høvuðsgøtunum í Edinburgh. Hon gongur frá Borgini og oman til Holyrood Castle. Har búði í miðøldini skotski aðalin. Aðalin tosaði ikki skotskt, men franskt. Mary Queen of Scots, sum skotar síggja so stórt í, talaði helst ongantíð eitt einasta skotskt orð tí hon var frá barni av uppald í Fraklandi. Hon hevur einaferð á vitjan norðuri í Skotlandi komið fram við bygdini, sum eitur Beuley??. Tað er eitt løgið navn, men Queen Mary skal hava havt fyri munni “beau lieu”, sum á fronskum merkir “vakurt stað”, og tí hevur bygdin hetta løgna navn. Sum sagt, búðu tey fínu har í The Royal Mile, og tá tey fóru til songar, so høvdu øll náttpott við, tí langt var niður til nátthúsið í kjallaranum. Tá tey so fóru upp um morgnarnar, so skuldi potturin tømast, og tað var gjørt gjøgnum vindeygað. Men áðrenn tey stoyttu, so róptu tey “garde L´eau”, “ansi tykkum, nú kemur vatnið”. So har hevur ikki verið hugnaligt at gingið undir, um okkurt stórt var í pottinum.

Tá so renovatiónin kom í  Edinbourgh, og alt avfallið var beint av vegnum, so varð avfallsdungin nevndur “gardelu” á skotskum, men er franska heitið, sum var rópt, áðrenn potturin varð stoyttur.

Í Føroyum kallaðu vit avfallsdungan fyri Bukkvald. Hví? - Jú maðurin sum fekk renovatiónina í lag í Havn, var amtmaðurin Buchwald, og náttspannin nevndist bukka so tað var nátúrligt at samanfallið millum orðini bukka og Buchwald gjørdi, at avfallsdungin kom at fáa heitið bukkvald.

Tað var leingi, at tað í Havn vóru nýttar bukkur. Havnin er nógva staðir bygd á hellu, so ikki varð lætt at ger aseptiktangar, tí har mátti spreingjast, so eg minnist frá mínum fyrstu árum í Havnini, at tað stóðu bukkuspannir fram við vegnum seint um kvøldarnar. Tær vóru so tømdar har uppi, sum fíni rennivøllurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing