Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað, sum verið hevur, kemur aftur - eitt hundrað-ára minni

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  15.09.2019 - 08:09 Lesarabrøv Veðrið Vinna

Ein stutt hugleiðing um avbera góða fiskiskapin, sum var á Føroyagrunninum í 1919 og sum nú endurtekur seg aftur 100 ár seinni.

Hetta árið, sum nú er farið at halla, er sera meinlíkt tí, sum var fyri 100 árum síðani, tá hugsað verður um fiskiskap og veðurvánir. Ja, aftur mugu sannast orð Prædikarans: Tað ið er, var longu fyrr, og tað ið verður, hevur eisini verið fyrr. Ja, og eisini soleiðis við fiskiskapi, veðri, hita og kulda.

Besta ár til fiskiskap á Føroyagrunninum, sum søgan veit um at siga, var árið 1919. Tað var tiltikið, og minnist eg nógvar gamlar útróðrarmenn tosa um hetta sjáldsama árið. El Niño var komin í hæddina í 1918, og sást ávirkanin av hesum á vári í 1919. Her á landi kendi eingin til hetta fyribrigdi tá, og heldur ikki hvat ávirkan tað hevði á fiskameingið á grunninum og á alt havið um Føroyar. Toskurin, sum fingin varð, var stórur, 6-9 ára gamal, eins og tað vit eisini síggja nú í 2O19.  Sjálvandi gjørdi tað nógvan mun í 1919, at fáir enskir trolarar vóru á grunninum av tí orsøk, at Ongland og Skotland tá høvdu verið við í fyrra heimsbardaga í 4 ár.

Nøgdin,  sum føroyingar fiskaðu av toski í 1919, var 27.000 tons, og var hetta óhoyrt áður. Tá vóru mest sluppir, motorbátar og opnir bátar, sum fingu hendan fiskin til lands, og var tað við snøri og línu. Fiskaprísirnir vóru eisini um sama mundi hækkaðir munandi, so hetta bleiv eitt sjáldsamt ár.

Toskafiskiskapurin, sum vit hava upplivað á Føroyagrunninum í ár, er nakað, sum eingin núlivandi føroyingur minnist, og er tað ein sonn frøði at vera áskoðari til hetta meingi, sum okkara fiskimenn føra til lands. Vónandi heldur hetta áfram nakað enn - tó varð sagt fyrr, at tá fiskurin kom ov nær landi, sum hann hevur verið í ár, so var tað ikki gott tekin. Tað sama hendi í 1919, tá fiskurin kom inn á firðir og víkir, og blivu vánalig fiskiár í 1920 og 1921 hjá Føroyingum. Tað skal tó viðmerkjast, at tá var tann stóri enski og skotski trolaraflotin aftur komin á grunnarnar, og fiskaði hann heilt inn á teir føroysku firðirnar. Sammeta vit við í dag, nú eingin trolari sleppur inn á tær góðu toskaleiðirnar, so kann hugsast, at fiskiskapurin møguliga fer at halda longur á hesaferð.

Okkara kæra el Niño, sum var á sama støði fyri 100 árum síðani, sum hon hevur verið nú tey seinastu 2 árini, hevur nú kanska, aftur hug at taka meira til í Stillahavinum. Tó er ikki enn víst, hvønn veg hon fellur frá nú til jóla, tá hon plagar at verða í hæddini. Um ódnirnar blíva ov nógvar suðuri í Atlantshavinum frá seinnaparti í august til oktober, so fellur el Niño aftur, men blíva tær í staðin yviri í Stillahavinum, so sær hugaligari út um okkara leiðir, meðan oyggjarnar í Stillahavinum, Taiwan og Japan kenna sviðan. Ja, altíð er tað so, at onkur kennir sviðan!

Um sama mundi, sum Føroyar upplivdu besta fiskiárið, sum nakar veit um at siga, lá alt Evropa í svartasta vónloysi. Fyrri veraldarbardagi, sum hevði leikað í frá 1914 og til endan av 1918, var endaður, men varð nú avloystur av eini drepandi sótt, sum kallaðist spanska sjúkan, og herjaði hon náðileyst yviri í Amerika og spjaddi seg síðani til Evropa. Kríggið hevði kostað umleið 15-18 mió. menniskjum lívið.

Men var kríggið ræðuligt, so var spanska sjúkan, sum tók dik á seg, tá kríggið var um at verða liðugt, enn ræðuligari. Hon spardi ongan, hvørki høgan ella lágan, vaksin ella børn, mammu ella pápa, og tá hon hasaði av aftur í 1920, hevði hon kostað umleið 50 mill menniskjum lívið. Nú vóru deyð tilsamans umleið 70 mió. fólk í 4-5 ár í Evropa og Amerika.

Føroyar sluppu rættiliga snikkaleysar undan krígnum sammett við onnur lond, uttan tað, at fleiri sluppir blivu søktar á Føroya Banka, og var tað eitt stórt fíggjarligt tap, men eingin maður fórst. Spanska sjúkan kostaði tó eisini mong  mannalív í Føroyum.

Føroyar sluppu heldur ikki undan sorg og sút í 1919, tí hetta árið fórust 2 bátar úr Hesti við 11 monnum, og var hettar ein so meinur missur, at ilt er at siga frá, og ein bátur av Viðareiði  fórst út fyri lendingini við 3 monnum. Tó var ein glotti, at vit fingu vundið merkið á stong í hesum ári.

Um hetta mundi búðu umleið 1,8 milliard menniskju í heiminum, men nú - 100 ár seinni – nærkast vit 8 milliardum.  Um øll hesi skulu fáa mat í munnin hvønn dag, so er nóg mikið hjá politikarunum kring heimin at hugsa um. Í Føroyum búðu tá umleið 20.000 fólk, so vit eru ikki fjølgaði so nógv sum stór heimurin,  bert gott og væl 2-3 ferðir, meðan allur heimurin er meira enn 4 faldaður.

 

NB.  Nú siga fiskifrøðingar, at nógv av góðari hýsu er á Føroya Banka, so kundi ein vænta, at teir eisini søgdu, at nú mugu vit skunda okkum at veiða nakað av henni, meðan hon er, men nei, einki um at fiska, hóast fiskifrøðin skuldi vita, at hýsumeingi skjótt kann broytast aftur.

Tað ber væl til at friða ein part av landsynningshorninum og tað grunna á Bankanum, so ikki ov nógvur toskur blívur veiddur sum hjáveiða, og síðani opna hin partin av bankanum, uttan at ganga toskastovninum ov nær, til hann hevur ment seg aftur. Tá eg sigldi við línubáti í 1960 árunum, var hýsan á Bankanum (jumburnar) álitið á vetrartíð, og marknaðurin í Grimsby, Hull og Aberdeen gleddu seg til at fáa hesa hýsuna. Meira skal eg ikki skriva um fiskiskapin á Føroya banka hesaferð!

 

Osmund Justinussen

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…