Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit upplivdu Riding of the Marches í Edinburgh

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.09.2019 - 21:41 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

So er túrurin hjá okkum, mær og Alex, við konum, í Skotlandi, komin nær endanum. Í morgin flúgva vit við Atlantic heim aftur á oyggjarnar eftir enn ein ótrúliga góðan túr í Skotlandi.

Í dag var ein stórur dagur í Edinburgh, tá Riding of the Marches fór av stáplinum. Ongantíð áður havi eg sæð Royal Mile so stúgvandi fulla av fólki. Tað var nærum ógjøligt at koma fram eftir gongubreytunum báðu megin koyribreytuna og hýrurin á fólkinum var eisini heilt í topp.

Undirhald var nógv av, eini 2-300 fólk á heystbaki prýddu The Royal Mile, piper bands spældu á sekkjapípur og eitt stórt hornorkestur stóð eisini fyri tónleikinum.

Nógv ymiskt var til undirhalds, millum annað vístu ungfólk fimleikakynstur á heystbaki. Hetta var sanniliga ein uppliving fyri okkum. Showið byrjaði í dag um eitt tíðina og helt á til klokkan mundi nærkast fimm. Alt í alt ein fínur endabrestur á hesum framúr túri okkara. Vit, hetta toymið, hevur gjørt nógvar túrar saman, bæði í London, París, Aberdeen, Rom og Edinburgh. Hetta var ein av teim heilt góðu túrunum, sjálvt um hesin fall um heystið.

Men man fær ikki bæði í posa og sekk her í lívinum. Ímeðan vit hava verið her hesa vikuna, hava vit fingið nýtt landsstýri heima, KÍ kvinnurnar eru blivnar føroyameistarar og KÍ hevur vunnið trý stig, so tað er als ikki bert í Edinburgh at nakað hendir.

Niðanfyri nakrar myndir frá upplivingunum í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag