Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mansstevna í Zarepta komandi vikuskifti - hin heilagi bardagin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2019 - 00:56 Tíðindaskriv

Hvar verða vit, menn, freistaðir? Hvar eru vandarnir, og hvussu kann eg verja meg? Hvussu kann eg liva sigrandi? Havi eg tíð? Er HARRIN mentur at broyta mítt lív? Hesir eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir á mansstevnuni, sum verður í Zarepta í Vatnsoyrum komandi vikuskifti.

Í ár er mansstevnan í Zarepta vikuskiftið 20.-22. september. Stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 19:00 við einum góðum bita, og hon endar sunnudagin á middegi.

Manstevnan er eitt gott høvi at njóta eitt vikuskifti saman við øðrum monnum í hugnaligum umhvørvi aftur við uppbyggjandi boðskapi, har dentur verður lagdur á gott og gevandi samfelag millum menn, góðan felagssang, og so verður eisini høvið til at royna ta nýggju svimjihøllina – so um tað hevur áhuga, so er at taka svimjibuksur við :)

Hesaferð er evnið “hin heilagi bardagin”, og á skránni verður eitt nú:

 

Samrøða við Jógvan Páll Steinberg: Umvending, fráfall og endurnýggjan

Sigurð Ó. Vang: Skíggjar sum fanga – skynsom miðlanýtsla

John í Skemmuni: Týðandi avgerðir í andaliga lívi okkara

Sebastian Edelmann: Havi eg tíð?

Jákup N. Olsen: „HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu“

 

Tilmelding fer fram á www.zarepta.fo, og eru spurningar ella ivamál, kann ringjast til tlf. 284040.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Minningarhald á Toftum
Myndarøð 3: Vit minnast 2016
Myndarøð 2: Vit minnast 2016
Myndarøð 1: Steypafinalan 2016
Loksins er serstøk avtala um løn undir ú…
Føroyar, Grønland og Áland fáa fastan se…
Regin Jørgensen í Gallarí Á Stongunum
Fýra U18 leikarar til World Masters ì Bu…
Eldrahugni í Betesda
Minningarhald í Klaksvík
HJARNAR: Bert 50 atgongumerki eftir til…
Minningahald allahalgannadag
Samstarvsavtala um skaðafyribyrging
Minningarhald í Dómkirkjuni
Heyst á Hermóti­num í Klaksvík
Norðlýsið yvir Klaksvík
Ferða­vinnu­dagur í Fuglafirði
Árni Frederiksberg: Altíð spennandi og s…
Víkingur hevur betri finaluroyndir enn K…