Lýsing
Lýsing
Lýsing

Spennandi føroyska veðurlagið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.09.2019 - 11:44 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í gjár fóru vit báðir Árni Elltør ein gongutúr eystur á fjøllini í Skúvadal. Kjaftsvart var í mjørka tá vit stóðu uttast á Oyravegnum í gjáramorgunin, men væl útgjørdir eisini við GPS og í góðveðrinum annars gjørdu vit av at halda áfram. Vit gingu í toku og sól líka til vit komu nakað niðan í Skúvadal. Tá lýsti í. Heiður himin og vit sóu omanyvir tokuna, yvir á tað ovasta á Borðoyarnesi, Bassarnar á Mjóvanesi, suður á ovaru helvt á Nólsoynni og annars toppar allan vegin vestureftir.

Tað var ein vøkur sjón, sum eg ikki kundi lata vera við at avmyndað. Komnir í Skúvadal, høvdu Per Jacobsen og Arthur gjørt kaffi. Eftir at hava sóla okkum fitta løtu, var avgjørt, at dumt var at fara oman aftur í tokuna, tí varð valt at fara til arbeiðis. Har er altíð okkurt at taka hond í. Vit arbeiddu so stóran part av seinnapartinum við brúnni og vegin niðan á tyrlupallin. Bakandi sól var allan dagin. Um fimm tíðina góvust vit, eg og Árni valdu at fara heim eftir fjallinum og oman Torvadal ímeðan hinir báðir valdu at fara oman gøtuna og heim. Vit  sum fóru Torvadalsleiðina høvdu bakandi sól líka til vit gingu okkum so langt oman í Torvadal, at sólin fór undir hálgafelli, tá var klokkan umleið sjey á kvøldinum.

Ein fínur dagur í bakandi sól og stillu, ímeðan mong, helst ongantíð sóu sólina í gjár.

Njótið yndirnar:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…