Lýsing
Lýsing

Heimagangandi foreldur, vandamikil fyri okkara egnu børn!

SKRIVAÐ: Birita Ingolfsdóttir Nybo, námsfrøðingur og Anja Bjerkenes, hárfríðkari  |  23.09.2019 - 09:57 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Vit fingu ein hvøkk fríggjakvøldið, tá ið vit hugdu eftir Degi & viku. Her hoyrdu vit formannin í pedagogfelagnum úttala seg snævurskygt um tey foreldur, sum velja dagstovnar frá fyri at vera um síni egnu børn.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at vit eru als ikki móti teimum, sum ynskja at arbeiða úti og gera brúk av tilboðnum at koyra børnini á dagstovn.

Vit hava stóra virðing fyri námsfrøðingum og dagstovnum og gleðast um, at vit í Føroyum hava møguleikan at koyra børnini á góðar dagstovnar, meðan vit eru til arbeiðis.

Vit skilja eisini støðuna hjá Jógvani, sum er formaður í Pedagogfelagnum, at hann noyðist at verja áhugamálini hjá sínum limum. Men at virðingin skal vera so lítil fyri heimagangandi foreldrum, er ikki í lagi og eigur at verða átalað.

Sambært Degi & viku fríggjakvøldið ávarar pedagogfelgaið um, at tað er ein vanlukka fyri okkara børn at verða ansað heima.

Jógvan pástendur, at tað eru mammur, sum hava sosialar trupulleikar, sum ofta velja at vera heima fyri at goyma seg fyri almennu myndugleikunum. Vit eru tilvitaðar um, at vandin kann vera til staðar, men vit vilja sum heimagangandi mammur ikki koma inn undir slíkan pástand.

Tað skelkar okkum at hoyra, at vit sum foreldur eru vandamikil fyri okkara EGNU børn.

Vit eru samdar við Jógvani í, at børn, sum eru fyri umsorganarsviki, skulu verða loftað av myndugleikunum. Her meta vit, at heilsusystrarnar gera eitt gott arbeiði, og vit mugu ikki gloyma, at vit øll í samfelganum hava skyldu til at boða frá, um vit meta, at eitt barn er fyri umsorganarsviki.

Vit meta, at útsøgnin í Degi & viku vísir, hvussu lítil virðing er fyri okkum mammum, sum eru heima hjá okkara egnu børnum. Tað er ikki frítt, at vit kenna okkum sum ein minnilutabólk, sum alment verður sæddur niðurá.

Møguleikin at velja er ein av grundarsteinunum undir einum góðum fólkaræðisligum samfelagi. Tað, at foreldur kunnu velja at vera um børnini tey fyrstu árini og harvið fáa ein fíggjarligan styrk til tess, máar ikki støðið undan barnagørðunum, men gevur borgarunum eitt størri frælsi og samfelagnum størri fjølbroytni.

Jógvan peikar eisini á vandan, at børnini kunnu verða útihýst frá sosialum felagsskapum og læra ikki aðrar áskoðanir. Vit vita, at sum heimagangandi foreldur krevur tað meiri av okkum at gera ein innsats, fyri at børnini koma saman við ørðum fyri at menna teirra sosialu førleikar. Tí hava vit m.a. skipað fyri tiltøkum, har vit hvørja viku eru saman við ørðum mammum og teirra børnum.        

Hóast ræðumyndirnar, so meta vit, at samfelagið, sum vit liva í, neyvan fer aftur til tað, sum tað var fyri fimti árum síðani. Latið okkum ikki køva tey foreldrini, sum ynskja at vera hjá sínum egnu børnum tey fyrstu árini. Vit vita øll, sum eiga børn, hvussu skjótt árini ganga, og hvussu skjótt tey smáu vaksa.

Nei, latið okkum virða tað fjølbroytni, sum eitt frælst samfelag gevur og heldur stuðla uppundir, at børnini fáa eitt trygt fyrstapláss – óansæð um tað er á stovni ella heima.

Vit trúgva, at foreldur og námsfrøðingar arbeiða fyri sama endamáli - at menna og vera um tað einstaka barnið.

Vit ynskja, at øll foreldur fáa hendan valmøguleika, sum samgongan gongur inn fyri - at partur av peninginum fylgir barninum.

 

Við virðing

Birita Ingolfsdóttir Nybo, námsfrøðingur

Anja Bjerkenes, hárfríðkari

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald