Lýsing
Lýsing
Lýsing
Brynhild Danielsen helt røðu, tá standmyndin av fastur hennara varð avdúkað | Mynd: Oliver Joensen

Elinborg er komin heim

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.09.2019 - 15:36 Leiðarin Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkingar gingu aftur á odda, tá teir reistu standmynd Úti í Klaksvík av megnarkvinnuni Elinborg Lützen. Elinborg hevur altíð fylt nógv í familjuni, hon var dóttur Andrias, beiggja langabban Sven. Hóast Elinborg var flutt til Havnar áðrenn eg flutti til Klaksvíkar so hevur Elinborg fylt í tilvitskuni, list hevur altíð haft sítt pláss í familjuni og okkara bústaðir Úti í Klaksvík liggja eisini so tætt. Hennara kendu motiv, tá hon hevur staðið við Faktorshúsini og hugt móti Háfjalli, eru somu motiv ein sær hvønn morgun, tá fari verður undir dagsins sýslu.  

Tað var bróðurdótturin Brynhild Danielsen, sum avdúkaði standmyndina av Elinborg Lützen, ið Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt. Arbeitt hevur seinastu tíðina verið við at fáa økið heilt klárt, og á sjálvum 100-ára degi Sparikassans 24. september varð ymiskt á skránni í samband við avdúkingina Úti í Klaksvík, og í Spaniastovu, ið liggur beint við.

Elinborg Lützen varð fødd 26. juli 1919 á áleið sama plássi, sum standmyndin stendur, og var sætta barnið av níggju hjá Andrias Christian Lützen og Honnu Jolinu Niclasen. Her vaks hon eisini upp og kom aftur til seinni. Stutt fyri 2. heimsbardaga, í 1937, flutti Elinborg sum 18-ára gomul til Keypmannahavnar at ganga á Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder, ið sum navnið sigur var ein kvinnuskúli burturav. Ætlanin var bert at lesa fram til 1940, men sum so mangir aðrir føroyingar varð hon “fangað” í Keypmannahavn, tá annar heimsbardagi byrjaði.

Undir uppihaldinum niðri fann hon saman við kenda mykinesmálaranum, Sámal Joensen-Mikines, og tey giftust í 1944, men fóru hvør til sítt í 1952. Eftir krígslok kom hon aftur til Føroya og búði í Klaksvík fram til 1981, tá hon flutti til Tórshavn, har hon búði til 1995, tá hon doyði 76-ára gomul tann 22. november.

Elinborg var sum øllum kunnugt grafikari, og er kanska mest kend fyri myndprýðingina av bókum og sínar linoleumsskurðar. Ofta hevur hon fingið íblástur frá norrønu gudalæruni og ævintýrum. Hon dugdi so mikið væl, at hon í 1978 sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð fekk heiðursgávu landsins og bert tvey ár seinni barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

Av kendum bókum, hon hevur myndprýtt, kunnu nevnast “Ferð Gullivers til Pinkulingalands” frá 1951, ið Christian Matras týddi, norsku útgávuna av “Barbara” hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, ið kom í 1977 og “Candide” hjá François de Voltaire, ið Christian Matras eisini týddi. Hon kom út í 1977. Hartil hevur hon eisini grafiskt sniðgivið seks motiv til føroysk frímerkir.

Elinborg var tann fyrsti útbúni grafikarin í Føroyum og var leingi tann einasti. Pápin Andrias Christian, ella A.C., var keypmaður, og bókmentir fyltu nógv í barndómsheiminum. Langabbi Elinborg nevndist eisini Andrias Christian Lützen og var fyrsti borgarstjórin í Tórshavn. Hann var fyri teirri vanlagnuni, at tá ið Christian IX (kongur 1863-1906) sum tann fyrsti danski kongurin nakrantíð vitjaði í Føroyum, skuldi A. C. sum borgarstjóri røða fyri kongi, men small deyður um mitt undir røðuni. Hetta hendi 25. juli í 1874. Tað er hesa kongavitjanina, at Kongaminnið í Tórshavn er reist til minnis um.

Sagt er um stutta hjúnaband Elinborgar við Sámal Joensen-Mikines, at hann ikki hevði tað so gott sálarliga, og hann hevði av tí sama rúsdrekkatrupulleikar, eins og lýst í ævisøgu hansara í Kringvarpinum fyrr í ár. Tað var eftir hjúnabandið, at Elinborg veruliga blómaði sum grafisk listarkvinna, og hon hvørki gifti seg aftur ella fekk nakrantíð børn. Hon halgaði seg fult og heilt til grafisku listina og sýndi fram í USA, Bretlandi, Noregi og Danmark, men var hóast hetta lítillátin og gjørdi onki við at framhevja seg sjálva upp um onnur; hon hevði til dømis ongantíð eina framsýning einsamøll.

Uppskotið til standmyndina eigur listamaðurin Edward Fuglø, sum eisini býr í Úti í Klaksvík. Hann skal hava stóra tøkk, eins og Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna. Vit Úti í Klaksvík eru fegin um, at fáa Elinborg heim og nú fer at liggja fyri, at greiða okkara børnum frá um megnarkvinnuna Elinborg Lützen.

 

Njótið myndirnar niðanfyri, ið Oliver Joensen hevur tikið

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…