Lýsing
Lýsing

Huldusligt á loftinum í Lützenshúsi

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.09.2019 - 17:01 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað varr Brynhild Danielsen, bróðurdóttir Elinborg Lützen, ið avdúkaði standmyndina av fastir síni úti í Klaksvík í gjár. Brynhild er dóttir Kjartan Lützen, systur fyrrverandi leiðaran á Klaksvíkar Musikkskúla Boga Lützen, Trinu Lützen og Mads Lützen. Brynhild segði nakað meira enn hon hevði niðurskrivað, men niðanfyri er kladdan til røðuna:

Elinborg Lützen, fødd 26.07 1919, var dóttir Honnu og Andreas Chrisiian Lützen, hon var nr, 6 av íalt 9 børnum.

Andreas hevði tá saman við beiggjanum, Svend, handilin úti í Klaksvík, har Elinborg vaks upp í Faktorshúsunum, her beint niðanfyri.

Hon fór til Havnar at ganga í millum og realskúla, og búði tá hjá fastir síni Ingeborg, ið arbeiddi í Føroya Banka.

Í Havn vóru tá nógv ung, ið seinni gjørdist kend í Føroyum. Harímillum var Málarin úr Mikinesi, sum hon seinni gjørdist væl við, hann málaði eina mynd av henni, tá hon var 13 ár.

Seinni, einaferð mitt í 30’unum, fór hon til Danmark og var har inntil 2. heimsbardagi var av. Har las hon á Tegne- og Kunstindustriskolen for kvinder. Hesi árini helt hon saman við Mikinesi og búði saman við honum undir krígnum. Tey vórðu gift í desember 1944, og fluttu heim til føroyar stutt eftir kríggið.

Tey búsettust í Mikinesi eina tíð, men hjúnalagið helt ikki, og hon flutti aftur til Klaksvíkar, har hon hevði arbeiði í kioskini á keiini (hin 8 kantaða). Tað eru hesi árini, har eg kom til at kenna hana. Hon búði aftur í húsunum saman við ommu-mammu síni og yngru systrini, Ingibjørg. Nú vóru eisini míni foreldur saman við børnunum flutt inn.

Elinborg hevði ein lívligan fantasi, og mangan havi eg hoyrt fólk undrast á hvar hetta hugflogið kom frá, eg haldi meg hava eitt gott boð upp á hvar hon mundi hava tað frá.

Húsini hava altíð borið orð av at vera hábarslig, men tað var nú helst meira sæð uttanífrá. Innan vóru tey nokk stór, um hugsað verður um gólvvídd, men stórur partur av rúmunum vóru rúm, har tú ikki kundi standa upprætt. Ikki var hugsað um isolering, og opið var upp í tróðrið í pørtum av loftinum, og vindurin sang í takplátunum. El var í húsunum, men tað var bert í neðra, og í onkrum av teim stóru kømrunum uppi á loftinum.

Har fekk Elinborg inrættað seg í tí mest fjarskotna kamaranum í norðara endanum omaneftir, sum hon fekk tapetserað og málað við tí, sum hon kundi fáa fatur á. Innlagdan varma var nakað man mátti hugsa sær til.

Fyri at koma har oman í kamarið, gekk hon í myrkri stóran part av vegnum eftir loftinum. Hetta ljóðar kanska ikki hugaligt. Men Elinborg sýntist at trívast har. Hon tók dik á seg, og so skundaði hon sær oman á kamarið. Hon sá grýlur í hvørjum króki á vegnum, og væl dámdi henni at fortelja okkum børnum frá teimum. Tær skiftu skap á hvørjum ári. Summar vóru smáar og kvikar, aðrar vóru stórar og ógvusligar, og kundu fevna einum og hvørjum. Ja, óhugnaligt hjá okkum børnum at hoyra um, men her greiddi hon okkum børnunum frá, at hesar stóru vóru tær fittastu, meðan tær smáu vóru sera óndskapsfullar. Ja, eg eri vís í, at hon sjálv trúði fult og fast uppá tær og væl dámdi okkum at lurta.

Elinborg teknaði nógv hesa tíðina, og hon teknaði millum annað meg sum eitt klænt petti, við eitt sindur óreinum eygum við flættum, ið stóðu út til báðar síður, ja, eg kenni meg aftur í heftinum Maria Marolla.

Hon flutti niður aftur til Danmarkar og fór haðani til Noregs á grafikaraskúla, og kom so aftur til Klaksvíkar í seinnu helvt av 1950’unum hon flutti tá inn í íbúðina í syðra enda í umleið 1960.

Hon arbeiddi hesi árini í Klædnabúðini hjá Kjølbro, har hon serliga pyntaði útstillingsvindeyguni, eitt kynstur hon hevði lært. Mong vóru tey, ið gingu sær ein túr framvið at hyggja, tí slíkt vóru vit ikki von við.

Eisini pyntaði hon vindeygu í øðrum handlum, um okkurt serligt var, segði Brynhild Danielsen, bróðurdóttir Elinborg millum annað í røðuni hon helt, í samband við avdúkingina av standmyndini av Elinborg Lützen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald