Lýsing
Lýsing
Lýsing
Karin Kjølbro í Spaniastovu | Mynd: Oliver Joensen

Nú er hon komin í rætta selskapið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.09.2019 - 21:13 Mentan Tíðindi

Millum annað soleiðis segði Karin Kjølbro, sum hugleiddi í Spaniastovu um Elinborg Lützen, tá avdúkingin av hennara standmynd hevði verið Úti í Klaksvík ígjár. Vit prenta áhugaverdu orðini hjá Karin Kjølbro

Góðu Klaksvíksingar, norðoyingar og føroyingar allir. Vit kenna søgunar  veingjasuð og hava kenslu av, at forfedrarnir eru  nærverandi í hesi løtu  í hesum  húsum, ið goymir søguna hjá undangongufólkum okkara, tá tað snýr seg um  vinnulív, mentan og list.

Nú er hon komin í rætta selskapið Elinborg  Lutzen millum gentlemenninar Hans Andr. Djurhuus, Mikkjal á Ryggi, próst Dahl og Nólsoyarpáll. Hjúnafelagi hennara í 8 ár Mikines  var eisini ein gentlemaður, men bara við hvørt. Myrka síða hansara var stundum  so niðrandi og óhøvisk, at hann kundi taka sjálvsálit og kanska eisini sjálvsvirðingina frá teim stinnastu.   

Vit eiga hana øll. Vøgga hennara stóð her í faktorhúsinum  úti í Klaksvík. 11 ára gomul fer hon í realskúla í Havn eins og stórasystirin Marianna.  Hetta tíðarskeið sat hon model bæði hjá Mikinesi og Janusi Kamban myndahøggara.  Og hon leggur tá ætlanir um at vera listakvinna. Hon byrjaði tíðliga við at tekna og mála við vatnlitum.

Hevði  sítt egna heilt origninala hugflog. Kenni  meg  sannførda um, at lærari hennara Hans Andr. Djurhuus gav henni íblástur. Lesur tú Hønan skrukkar og Hanin gelur hjá Hans Andriasi , so sært tú aftur klasikkaran Í Skýmingini frá 1948,  har Elinborg umframt alt, sum er í eini føroyskari  bygd hjá skaldinum, leggur aftrat allar sínar fantasiverður.

Áhugavert er eisini, at bæði Elinborg í  tusj og grafikki og systirin Marianna við myndaveving  avmynda alt livandi á havsins botni. Tað var nakað nýtt.

Áhugavert er eisini, at uttan mun til í hvørjum Elinborg virkar, so sæst Kunoyargalvurin, Háfjall ella eitthvørt annað  úr Klaksvík ella grannalagnum onkrastaðni á myndini.

18 ára gomul fer hon til Keypmannahavnar og longu í 1941 er hon við á fyrstu føroysku  listaframsýningini yvirhøvur saman við Ruth Smith, Janusi Kamban, Mikinesi og øðrum í listaskemmuni hjá Janusi.  Hann skrivar um hesa framsýning, sum hann kallar  Tá tað byrjaði. Sigur m.a. at Ingálvur av Reyni,  skuldi vera við, men hann kendi seg ov ungan og óroyndan  í hesum felagsskapi, og bar seg undan. Uttan mun til sjónarmið og hugburð, so var tað her føroyska myndlistaliga øldin byrjaði í kjalarvørrinum av tjóðskapartíðini.

Við krígslok flyta Elinborg og Mikines til Føroyar.  Elinborg var frálíkur brævskrivari. Tað sæst í brævaskiftinum við systkinabarni Hjørdis í Keypmannahavn. Haldi hesi brøv vísa, at tilfar var í henni eisini til at vera skald.

Elinborg var lítillátin og smæðin næstan fólkaskýggin. Tað kemur eisini fram, tá Bárður Jákupsson ferð eftir ferð roynir at fáa hana til at meðvirka í eini serframsýning, eftir at hon er flutt til Havnar. Sama lyndi kemur til sjóndar í samrøðu við Sonna Smith í KVF í 1982. Í fyrsta lagi er rættiliga torført at fáa hana at siga nakað yvirhøvur. Sonni má hála tað úr henni.Tá hevur hon júst verið við á framsýning í USA: Scandinavian Art to-day. Sonni spyr: var tú ikki glað? Kanska... Eg veit ikki, ... um tað er gott nokk, ... tað er altíð tað. Haldi hesi 13 orðini er longsti setningur, hon sigur í hálvan tíma, og so er hon lágmælt.

Annars kemur eisini fram her, at hon átti hópin av skitsum úr Klaksvík, tá hon flytir til Havnar í 1980, tí bar til støðugt at mynda nakað úr Klaksvík og her um leiðir.  Sonni spyr upp í saman, um hon ikki kundi hugsa sær, at hava  eina serframsýning, og fær ikki annað svar enn, at henni dámar best at vera saman við fleiri.    

Sum vaksin , spurdi eg hana, hvussu hon kundi fáa seg at mynda so anstyggiligar myndir til smábørn sum t.d. bæði til Kellingina og Børnini og  til at Rógva út á krabbskel. Hon gjørdist eitt stór smíl: Tað var júst tað, ið var ætlanin, tað skal vera ein skjálvti av spenningi. Børn elska tað, segði hon, bara ein vaksin er hjá

Í 1968 var eg inni hjá henni fyri at keypa eina ævintýrmynd í dópsgávu til Brynhildbarnið.

Segði henni, at hon sum nýføðingur júst hevði verið model á Listaskúlanum í Keypmannahavn hjá Fridtjof Joensen.

Tá prátaði hon við eldhuga um Fridtjof, og  at tað var gott, at hann kom inn á Akademiið.       

Men tað er ein fragd nú  at staðfesta, at hon er umrødd í hvørji einastu bók, íð viðger føroyska list heilt frá 1948 í serligu talmerktu bókunum Livet på Færøerne, ritstjørnaðar av Hans Andriasi Djurhuus.

Góði Edward, Takk fyri, at tú tók hetta stig. Og takk fyri, at tú stundum letur Elinborg inspirera teg. Hómi hana m.a. í kirkjukjallaranum her.Tú ert  fulgreiður yvir, at her vit eru stødd í dag hava tríggjar smágentur gingið  Marianna Matras, Frida Zachariassen og Elinborg, - allar føddar innanfyri 13 ár.

Tær tvær høvdu ikki valrætt til løgtingið, tá tær vóru føddar - allar skuldu stríðast fyri tí, tær vildu, og tær hava brotið upp úr nýggjum innan listina  á altjóða stigi.

Samstundis hava mætastu vinnulívsmenn í Føroyum byrjað sítt virksemi her úti í Klaksvík  eins  og onnur góð fólk, sum bara tit her í klaksvíkingar eiga. Beint her á Fornminnissavninum, stendur eisini  heilt ítøkiliga - vøggan hjá Símuni av Skarði, og tað var her norðuri í Vági, hann byrjaði sítt slóðbrótandi virksemi áðrenn fyrra aldarskifti.

Latum okkum hittast aftur her á hesum staði og fagna teimum øllum. Tað er so ógvuliga nógv - serliga um Elinborg og lívsstykkið Marionnu, sum eg vildi sagt frá, sum pláss ikki er fyri í dag.  Sigi tó hjartans tøkk fyri at vera sloppin  við. Tað kennist sum mikil heiður.

Og nú  flúgva William, Elinborg og Ingálvur hvønn dag millum lond úti í stóru verð í fínum rúmligum flogførum og siga søguna um list okkara í heimsflokki.

Ein tyrla er uppkallað eftir  Mikinesi.

Umsíður er Elinborg Lutzen  við  standmynd og flogfari við yvirlutan. Tað vermir mítt kvinnuhjarta.

Tillukku við henni.     

Karin Kjølbro     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð