Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elisabethsminde

SKRIVAÐ: Álvur Danielsen  |  26.09.2019 - 13:40 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

Søgan um fyrsta minnisvarðan í Føroyum yvir navngivna føroyska kvinnu.

Gongur tú ein túr í gomlu Havnini úti á Reyni og leggur leiðina út á Bakhellu framvið "Strúkijarninum", so standur skamt har frá navngivin hús, nevniliga "Elisabethsminde". Ein snøggur relieffur sæst á eystursíðuni á húsunum, sum myndin omanfyri sýnir:   "Elisabethsminde" og árini 1863 - 1938, umframt ein vakur summardái síggjast. Niðanfyri sæst innskrift á vegginum: "J Danielsen inngongd".

Húsini eru soleiðis nevnd eftir "Elisabeth Danielsen" (1863 - 1938) - og relieffurin (og øll húsini) standa sum ein minnisvarði yvir hesa virdu kvinnu. Húsini / minnisvarðin stóðu liðug í 1938 - flutt var inn seint sama ár.

Mær vitandi er hetta fyrsti minnisvarði í Føroyum yvir navngivna føroyska kvinnu - hetta fyri 81 árum síðani!

Tað var havnarmaðurin Jacob Danielsen (1887 - 1945) sum vísti mostrini Elisabeth Danielsen hesa virðing og heiður. Tað er eisini sannlíkt, at "Jakke", sum hann var róptur - tó best kendur sum "G" eisini í stóran mun luttók í byggingini av húsunum - og tískil ikki óhugsandi, at hann sjálvur gjørdi henda relief. Hetta er tó ikki vist, men eitt tað fyrsta ein sær til "G" í skattalistanum í Havn, so er hann skrásettur sum "stenhugger" og "jordarbejder", so hendurnar hevði hann. Tó betur kendur var "G" fyri "Danielsens Café" í Sjúrðargøtu - eini hús hann læt byggja og átti til áleið 1938. Tað eru tey húsini, har "Rabarbuglas" í dag heldur til. Best kendur mundi "G" vera fyri havan og serliga kioskina á Vaglinum (bygd í 1935) - hana vit í dag kenna sum "Kioskin hjá Astu". Eisini læt hann áðurnevnda "Strúkijarnið" gera í 1942. Tað var nýtt sum lagur til kioskina. Annars var "G" eitt skifti nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, og var við til at stovna "Foreningen Frit Danmark" undir seinna kríggi.

 

"Jakke" ella "G" vaks upp á Bakhellu hjá ógiftu og barnleysu mostrini Elisabeth, sum arvaði húsini frá foreldrunum Elisabeth f. Simonsen (1822 - 1898) - ættað úr Trøðum á Sandi og Dánjal Magnussen (1819 - 1873), krambakallur í einahandlinum. Hann var bóndasonur av Skála. - (Nakað meira fæst at vita um Sands ættina í Kvørnini nr. 9 frá 2006). Elisabeth og Dánjal áttu 12 børn - harav eg her nevni Elisabeth Danielsen (1864 - 1938), sum var nr. 11 í rekkjuni, meðan Jacobine (1855 - 1936) var nr. 6. Tað var henda "Bina", nevnd, sum var mamma "Jakke" ella "G", men hon var ógift og átti 6 børn - so tað kom sera væl við, at hjartagóða systurin Elisabeth kundi taka sær av "Jakke". - Tað var eisini hon, sum ótilvitað kom at geva "Jakke" eyknevnið "G". Hetta komst av, at tá hon rópti dreingin heim og rópti "Jakke" - tá hoyrdist bert eitt langt "G" um tað lítlu Havnina tá. Ofta skal ikki nógv til. Tað sat fyri lívið.

 

Elisabeth Danielsen starvaðist í nógv ár í H.N.Jacobsen Bókahandli, har hon eisini hevði ættarbond við Jóhannu Mariu úr Koytu heiman av Sandi, sum var kona bókbindaran, Hans Nicolai Jacobsen. -  "Jakke" mundi virðismeta dygdirnar hjá mostrini, sum at síggja til ikki spardi seg, tá hjálp kravdist í familjuni - hon gav seg tað hon megnaði. Og tá hon var barnleys, tá varð "Jakke" eina arvingur. Hetta hevði Elisabeth skipað fyri.

 

Tað tykist sum, at "Jakke" ynskti at flyta oman í gamla barnaheimið. Men húsini á Bakhellu vóru í sera ringum standi - og tá er tað, at hann gerð av at byggja nýtt. Og hann mundi ikki ivast í, at nú skuldi Elisabeth heiðrast og minnast. Tí fingu vit Elisabethsminde í 1938 - Føroya helst fyrsti minnisvarði fyri navngivnari kvinnu. Og so kann eg leggja aftrat, at tá pápi mín var føddur, tá fekk hann navnið Jógvan Elis Danielsen - millumnavnið "Elis" eftir Elisabeth.

 

Ofta verður spurt, hvar og nær var tann vanliga kvinnan í Føroyum vird í mun til reiðarar, handilsmenn ella skiparar og fiskimenn, sum hava fingið fleiri minnisvarðar, sum man verða felagsnevnarin fyri standmyndir, minnisplátur og skurðmyndir /relieffar.

 

Her var so eitt gott dømi um, at ein navngivin kvinna var vird og heiðra fyri 81 árum síðani í Havn  - og helst er hetta tann fyrsti minnisvarðin av sínum slag í Føroya søgu, um eg ikki fari skeivur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…
Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandri…
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…