Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næmingarnir fyrireika munnbitarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2019 - 14:41 Mentan Myndarøð Tíðindi

- Tað verða lokalar matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur til fólkið. Vit brúka lokalar uppskriftir, sum hava verið nýttar her í økinum seinastu 100 árini, sigur Gutti Winther kokkur við Norðlýsið. Í løtuni fyrireika tey matin á Tekniska Skúla, har næmingar á matvørubreytini umframt hjálparfólk fús hjálpa til

Í sambandi við at Norðoya Sparikassi fyllur100 ár verður stórt hátíðarhald hildið, fyri bæði vaksin og børn, í  KÌ-høllini og Badmintonhøllini leygardagin 28. september 2019 frá kl. 14:00 til 18:00.

Í KÍ-Høllini verður borðreitt við fjølbroyttum munnbitum úr sjónum, sum næmingar á matvørubreytini á TSK standa fyri, saman við kokkinum, Gutta Winther, umframt at køkur og annað gott verður at fáa, meðan í Badmintonhøllini verður borðreitt við onkrum góðum til børnini.

Hetta er sera mennandi - og spennandi fyri næmingarnar á matvørubreytini  á TSK. Sera nógv fólk væntast at koma til hátíðarhaldið leygardagin. Í løtuni ganga 21 næmingar á matvørubreytini.

Vit hava spurt Gutta Winther eitt sindur um matarskránna og rávørurnar

- Tað verða lokalar matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur til fólkið. Vit brúka lokalar uppskriftir, sum hava verið nýttar her í økinum seinastu 100 árini, sigur Gutti. 

- Vit hava 1500 sildafløk frá Christian í Grótinum, 120 kg av toski frá Gadus, 120 kg av saltfiski frá Kósavirkinum, 2000 frikadellir frá Primafisk, 9 skinkur, 6 múlaostar, eina last av makreli at roykja, rugbreyð og knækkbreyð frá Amarant umframt okkurt til børnini. Føroya Bjór hevur drykkjuvørurnar, hetta verður eitt alkoholfrítt tiltak, upplýsir Gutti

- Næmingarnir rigga til her og í morgin koma 10 kokkar at matgera. Maturin verður serveraður av 50 fólkum, 3500 eindir av hvørjum til føðingardagin, sigur Gutti at enda við Norðlýsið. 

Tað er Gamla Seglhúsið við Jastrid og Símun Gullaksen, ið samskipa alt tiltakið. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing