Lýsing
Lýsing

500 pund upp á stampin á Pollinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.09.2019 - 13:16 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eg væntaði einki, men bleiv tikin á bóli. - Tað sigur ungi formaðurin á plast útróðrarbátinum Stakkavík, Andru Poulsen sum setti línu á Pollinum í Klaksvík mikudagin.

Veðrið var onki serligt hendan dagin. Vit høvdu 35 egndar stampar og valdu at vera høgligir. Beint við norðara enda á Kósabrúnni sleptu vit byrjunarboyuni og settu út eftir Pollinum 9 stampar. Síðani settu vit 17 stampar á Fuglafirði og 9 stampar á Oyndarfirði. 

Tá vit høvdu drivið teirt 9 stamparnar á Oyndarfirði og teir 17 á Fuglafirði, høvdu vit umleið 5.500 pund inni. Góður fiskur, stórur partur feitur toskur og sum vanligt hesa tíðina onkrir slánar inn ímillum.

Tá vit so settu á at draga teir seinastu 9 stamparnir á Pollinum bleiv eg heilt ovfarin. Tað var at kalla á hvørjum jarni, næstan alt toskur 3. At síggja til niður eftir línuni var hon áloðin av fiski. Til samans góvu hesir 9 stamparnir 4.600 pund av góðum rundum fiski. Sum á hinum strekkjunum vit settu onkrir slánar, men sum næstan alt framúr fiskur við góðari livur.

Vit royndu so aftur við 12 stampum á Pollinum í gjár, men tá var meira vanligt fiskarí, vit fingu um 2000 pund ella útivið 200 pund upp á stampin. Dagin fyri, mikudagin høvdu vit góð 500 pund upp á stampin á Pollinum.

Eg roknaði ikki við góðum fiskiskapi at seta á so grunnum tvær ferðir, men man kann ikki lata illa at, tá man fær 200 pund upp á stampin.

Stakkavík hevur fiska væl í vár og summar og tá eg spyrji Andru um fiskurin er í ringum standi, sigur hann, at tað er hann als ikki. Sjálvandi, tað eru nakrir slánar inn ímillum, men sum heild er fiskurin væl fyri nú. Fiskurin var eitt sindur rak fyrr í summar, men nú er hann væl fyri aftur, sum heild.

Hesa setuna mikudagin, høvdu vit bara makrel sum agn. Annars plagar man at halda at gágga er betra agnið til tosk.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðstaðu­rin køvist í almennum íløgum
Kí á meistarakós á Djúpumýrum í dag
Einki leikbann til FM-finaluna
Tvey reyð kort til NSÍ eftir dystin
Hæddarpunkt: KÍ 3 - 2 NSÍ
Heyst­fagnaður á Eiði
Dystar­veðrið í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Christianskirkjan
Jákup á Borg er ársins venjari
Áhugaverdu heyst­fagnaður á Eiði
Hvør eigur sunnudagin, Jahwe ella Jesus?
Síðsti heimadystur hjá minst tveimum KÍ-…
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið í…
Tey fremstu fótbóltsfeløg­ini fara avstað…
Áhugaverd framløga um trivnað hjá okkara…
Glíðibreytin
Størru útróðrarbátar­nar vestanfyri í nát…
Safir og Grønanes landa á Kósini í morgu…
Don Quixote aftur á hestbak