Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunlar sameina føroyingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lutzen  |  28.09.2019 - 10:22 Leiðarin Tíðindi

Teir hava verið eitt fantastiskt frambrot, undirsjóvartunlarnir. Meira enn nakar tordi at ímynda sær. Og eisini á landi vóru tunlarnir eitt risaframbrot, tá teir komu. Men skeiv umsiting av landskassans peningi í landsstýrinum í fleiri valskeið á rað hevur gjørt, at landsvegakervið í dag er púrasta afturúrsiglt og at tunlarnir á landi eru sera langt frá at standa mát við framkomnu undirsjóvartunlarnar.

Kaga vit í gamalt tilfar hjá Løgtinginum, so sæst at í 1999 varð ein kanning gjørd av, hvussu mong akfør fóru at fara ígjøgnum Vágatunnilin um døgnið. Komið varð fram til, at helst fóru tey at vera umleið 350 í miðal – 80 fleiri enn tey 270, sum Ternan førdi yvir um sundið dagliga. Men hesin vøksturin uppá 23% gjørdist í staðin ein vøkstur uppá 943%. Í 2018 koyrdu nevniliga 2.457 akfør ígjøgnum í miðal um samdøgrið.

Ein uppaftur størri sólskinssøga er Norðoyatunnilin við sínum 3.337 bilum í miðal um døgnið. Og fyri framman stendur, at góðu royndirnar fara at verða endurnýttar til tveir undirsjóvartunlar afturat, ið báðir eru í gongd, og longur frammi liggur kanska ein Suðuroyartunnil, ið verður seinasta liðurin í at binda allar Føroyar uttan útoyggjarnar saman.

Men meðan frambrotini undir sjónum eru fantastisk, so eru tey á landi fráverandi. Landsverk fær alt ov lítið til viðlíkahald, og tí eru vegir, brýr og tunlar í einum sera vánaligum standi, onkrastaðni heilt kritiskum.

Her umsitur Føroya Landsstýri skattaborgarans pening illa. Væl meira enn ein triðings milliard krónur rennur inn í landskassan frá skrásetingargjøldum og vegskatti, men bert ein knappur triðingur av hesum kemur út aftur sum játtan til Landsverk, Akstovuna og Ráðið Fyri Ferðslutrygd. Játtanin til landsvegahald er enntá í minking. Restin fer í stórapott og blívur burtur har.

Í Norðoyggjum liggja tey vandamiklastu vegastrekkini, og her tosa vit um tunlarnar Norður um Fjall. Her hevur verið eitt ómetaliga stórt ósamsvar millum orð og gerðir. Meðan tað ikki hevur skortað uppá vælvild í orðum, hevur ongin gjørt nakað í fleiri áratíggju. Og tað blívur uppaftur meira vónleyst av, at allir teir 7 politisku flokkarnir hava sitið í skiftandi samgongunum tey áratíggjuni uttan at gera nakað. Tað hevur við øðrum orðum ikki hjálpt nakað at skift politikararnar út.

Nýggja samgonguskjalið var eisini eitt vónbrot í so máta, men politikararnir hava roynt at sissað fólk við at siga, at tunlarnir koma. Siðvenja er at geva nývalda Løgtinginum 100 dagar at prógva sítt virði, og tað merkir, at tað verður fíggjarlógin fyri 2020, ið kemur at vísa, um álvari hesa ferð verður aftanfyri orðini um at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, ella um samgongan skrivar seg inn í eina røð av samgongum, ið hava verið eitt vónbrot.

Fíggingin er til staðar, ongin ivi um tað. Men í Landsstýrinum hevur man umsitið peningin skeivt, soleiðis at onnur málsøki hava vant seg við at fáa inntøkurnar frá skrásetingargjøldum og vegskatti. Har verður møguliga neyðugt við einum “køldum turkara” til tey málsøkini, men so má tað bara vera so. Tunlarnir kunnu ikki bíða longur.

28. september fagna vit tí stóra frambrotinum, sum Norðoyatunnilin var og er, við ókeypis ferðslu. Og tað skal vera mín vón, at um 3 ár verður tað møguligt at koyra beinleiðis úr Norðoyatunnilin og til Árnafjarðar og víðari ígjøgnum nýggjar, tíðarhóskandi tunlar.

Hjartaliga vælkomin á tunnilsdag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…