Lýsing
Hans Andrias Sølvará avmyndaður á Oljufjallinum í Jerusalem | Mynd: privat

Hans Andrias Sølvará professari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2019 - 08:40 Leiðarin Mentan Tíðindi

Tann 24. september mælti ein akademisk metingarnevnd til, at Hans Andrias Sølvará úr Klaksvík verður tilnevndur professari í søgu við Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparsetrið fylgir tilmælinum og boðar í tíðindaskrivi frá, at frá og við 1. oktober er Hans Andrias professari við Søgu- og Samfelagsdeildina. 

Fyrsti professarin í Føroyum var eisini norðoyingur. Tað var Christian Matras av Viðareiði, sum gjørdist professari, tá Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, og av tí at granskingarøkið hjá honum var norðurlendsk málfrøði, varð hann settur við nýstovnaðu Føroyamálsdeildina. Christian Matras var einans 33-ára gamal, tá hann varð doktari, dr.phil., í málfrøði.

Hans Andrias Sølvará er føddur í Klaksvík í 1962, gjørdist bachelor í søgu á Fróðskaparsetrinum síðst í 1980’unum og bleiv cand.mag.- í søgu og filosofi við Universitetið í Århus í 1994. Síðani arbeiddi hann sum adjunktur í søgu og heimspeki við Studentaskúla og HF-skeiðið í Eysturoy 1996-2007. Hann er kanska mest kendur fyri at skriva Klaksvíkar søgu, ið hann arbeiddi við 2007-2009, men hevur eisini skrivað 1. bind av  Løgtingsøguni, ið kom út í 2002. Í 2016 bleiv Hans Andrias ph.d. í søgu.  

Fróðskaparsetrið skrivar: “Í 2009 varð Hans Andrias settur í starv sum adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum. Síðan 2010 hevur Hans Andrias verið lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, og hevur í fleiri umførum verið dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini. Í 2016 tók hann ph.d.-prógv í søgu við ritgerðini Frá sjálvstýri móti loysing frá 2014. Ein stytt ensk útgáva av ritgerðini er við heitinum The Rise of Faroese Seperatism eins og føroyska útgávan útgivin av Fróðskapi í 2016.”

Hans Andrias hevur verið sera aktivur at miðla sína gransking. Hann hevur skrivað talríkar greinar, níggju bøkur og verið ritstjóri á Fróðskaparriti.

Norðlýsið vil nýta høvið til at ynskja Hans Andriasi Sølvará  hjartaliga tillukku við professaratilnevningini!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Gadus afturkomin
Nýggi blokkurin komin umborð á Norðborg
KÍ hevur ongantíð vunnið við Margáir
Ónøgd um privatiser­ingar og SEV
Maria setti føroyskt met í 400m
Húsarhalds­skúlin: Alt væl
Bátatreffið avlýst
Tveir nýggir koronatilburðir eru staðfes…
Rógvi og Rigmor blivu føroyameistarar í…
Heilsan til M.C.
Spøl, felagssangur og framførsla íkvøld
Gott úrslit hjá BankNordik hóast eitt…
Føroyar varðveitir kredittvirðið
Tøkk - Sunvid Asta Højgaard, fødd Hansen
Børnini skulu hava betri karmar – nýggju…
Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólka…
Grindir­nar nærkast hvørjari aðrari
Alneyðugt at tryggja atgongd­ina til nátt…
Kinkur komin í um Húsarhaldsskúlan
Løgmansrøðan verður vigað