Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ov nógvir bilar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Rasmus S. Biskopstø  |  01.10.2019 - 12:00 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

Klaksvík er ein sera lítil býur. Tað er gott fyri okkum, sum ongan bil eiga, men ístaðin hava súkklu og góð bein at ganga við.

Vanliga verða brekkurnar ella veðurlagið brúkt sum grundgeving fyri okkara galdandi bilmentan,  men mínar royndir prógva, at ein góð súkkla og góð klæðir í flestum førum knúsa undanførslurnar. Vit uppliva ikki eins títt oysandi regn og ongantíð tvísiffraðar minusgradir, sum tey annars gera í heimsins besta súkklubýi niðri í Keypmannahavn. Samstundis drukna Los Angelesbúgvar í biltrafikki hóast framúrskarandi veðurlag árið runt. Bilmentan skal ikki grundgevast út frá geografiskari determinismu, men er eitt úrslit av íløgum, raðfestingum og ja, mentan. Hetta er umráðandi at vita, tí tað merkir at verandi støðan kann broytast.

Men hví skal bilmentanin broytast, spyrt tú kanska, og hví kann eg ikki bara ganga og súkkla í frið, meðan onnur velja at koyra sín bil?

Trupulleikin er, at stórt sæð onki stað í býnum er bilfrítt í dag, samstundis sum at tað alsamst legst afturat við støðum, sum best kunnu lýsast sum bilfull. Okkara bilmentan hevur fíggjarligar, umhvørvisligar og sosialar avleiðingar fyri býin, sum vit mugu byrja at taka í álvara.

Vaksandi bilferðslan misprýðir og tekur óneyðuga nógv pláss, og har bilarnir sleppa at koyra skjótt, larmar tað illa og minkar um trygdina. Vit flyta okkum móti einari støðu, har foreldur ikki tora at lata síni børn ganga og súkkla í býnum, tí har eru so nógvir bilar… Og mugu tískil koyra tey ístaðin.

Trupulleikin er eisini verandi raðfestingar í infrakervið. Tey, ið ganga og súkkla, og harvið hvørki dálka ella larma og brúka minst pláss í ferðsluni, mugu tola trappur og sniðgøtur í ringum standi, og at ongin almenn súkklupumpa ella súkklustativir eru at finna nakrastaðni í býnum. Tey, ið hinvegin altíð koyra bil, og harvið eisini upptaka mest pláss í ferðsluni, fáa árliga milliónaupphæddir til endaleysa útbygging og viðlíkahald av vegum. Umframt at hetta bæði kostar og dálkar, eru grøn øki løgd undir asfalt, trø eru feld og nógv hús eru farin í søguna til tess at byggja nøkur eyka parkeringspláss, ella so at bilarnir skulu kunna koyra eitt sindur skjótari.

Í blindandi bilforelskilsi hava vit sum býur roynt at tillaga aldargomlu gøturnar og býlingar til eitt ævigt vaksandi tal av akførum, samstundis sum at vit í ólukkuligt mát hava ignorerað neiligu avleiðingarnar av hesum ósunna parlagnum. Í umlagingini frá einum trongum fiskivinnubýi til bona fide bilbý missa vit, umframt grøn øki og serstakt føroyskt býlingaumhvørvi, eisini nakað nógv meira dýrabært. Býurin missir sítt egna fólk úr býarmyndini.

Heldur enn lívligar klaksvíksgøtur, sum vitna um fólkið ið búleikast her, har stór og smá frá øllum samfelagshornum síggjast og hittast í býarmyndini, so rúma gøturnar í dag nakrar serlingar, sum ikki altíð koyra bil (meg íroknað), ferðafólk og øll tey sum eru undir átjan og spent bíða eftir sínum koyrikorti. Fyri rest er býurin fyltur við einstáttaðum tonstungum importeraðum maskinum frá Týsklandi og Fjareystri.

Her má eg líka skoyta í, at eg ikki havi gloymt bilin sum tað henta amboðið, hann er. Illagongd fólk og vinnan hava stóra gleði av bilum, og tað hava vit onnur eisini, tí regnið, vindurin og brekkurnar eru har eisini, tá hugur og orka vænta. Eg unni eisini bilentusiastum at dyrka og njóta sínar bilar, sum teimum lystir.

Men tá ið tað er sagt, so er tað syndarligt, at vit koyra so ofta og so nógv, sum vit gera. Tí tað kostar at koyra bil. Tað kostar í plássi, larmi, osi og viðlíkahaldi. Og kostnaðurin hópar seg upp. Hinvegin so íðka vit vøddar, brenna kaloriur og anda fríska luft við at ganga og súkkla. Hetta hópar seg eisini upp, og tískil skulu heilsuágóðarnir av bleytari ferðslu ikki undirspælast. Um vit eru fleiri, sum byrja at lata bilin standa, fáa vit við tíðini sunnari bý og sunnari borgarar. Tað átti at verið eitt ynskiligt endamál í sær sjálvum.

Um tú hevur lisið heilt hertil, so vóni eg ikki, at tú miskilir hetta sum eina moraliserandi prædiku til endamáls at geva øllum bilførarum ringa samvitsku. Eg havi sjálvur koyrikort og njóti dagliga ágóðarnar av okkara virkna vegakervi. Eg vil tó enda við at siga, at tað er mín vón, at vit og okkara fólkavaldu førka okkum burtur frá bilstýrdu tankagongdini, sum hevur dominerað landið í alt ov langa tíð, og at vit tora at flyta okkum fram móti eini sunnari og meira umhvørvistilvitaðari mentan og býarplanlegging.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB