Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu | Mynd: Oliver Joensen

Ævintýrið um Eiðis kommunu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.10.2019 - 12:03 Mentan Tíðindi Vinna

Vit prenta røðuna sum Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu helt, tá Eiðis kommuna hátíðarhelt sín 125 ára føðingardag í gjár.

Eiðis kommuna 125 ár.

Tað er nærum ógjørligt at hugsa sær hvat mennirnir: Grækaris Joensen, Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse hava hugsað, tá teir tann 1.oktober í 1894 høvdu fyrsta bygdaráðsfundin í Eiðis kommunu, tá kallað Ejdes sogns forstanderskab.

Vit Eiðisfólk verða ofta skýrd erpin, brasin ella hástór, men man hetta ikki júst vera tað, sum hevur byrjað hetta ævintýrið.

Ævintýrið um Eiðis kommunu.

Rasmus Joensen kemur seinni at hugleiða um søguna hjá Eiðis kommunu, so eg skal ikki brúka nógva tíð upp á søguna hjá kommununi.

Men at kalla Eiðis kommunu eitt ævintýr, er ikki at taka munnin ov fullan.

Vit kunnu ímynda okkum hvar vit stóðu uttan okkara egnan mátt og megi og uttan okkara egnu kommunu. Mundu vit havt:

Egnan skúla?

Framúr útbygt havnalag?

Ríkt mentanarlív?

Eldrabýlið?

Ríkt ítróttarlív?

Ítróttarøkið?

Barnagarð?

Eitt ríkt og gevandi vinnulív?

Eg kundi hildið áfram.

Spyrt tú meg, so er eingin ivi, vit høvdu absolutt ikki staðið so sterk í Føroyum, sum vit gera í dag, uttan at nakrir persónar valdu at trúgva á egnan mátt og megi.

Framskygdar kvinnur og framskygdir menn, sum so ella so hava flutt hetta økið ótrúliga langt.

Av bygdaráðsformonnum, sum eru her í dag, kunnu vit nevna Jógvan K. Mørkøre og hansara áhaldni innan umhvørvisarbeiðið, Rasmus Joensen, Regin Ellingsgaard,  Hans Jákup Kollslíð við Korndalsbýlinum, Tordur Niclasen við Barnagarðinum, Anfinnur Kruse og ítróttarøkið, Rólant Poulsen og hansara arbeiðið á havnalagnum. Ja allir menn sum eru millum okkum, og sum hava flutt okkara økið til at gerast eitt hitt sterkasta í landinum.

Men hvat er hetta fyri eitt DNA sum býr í okkum, her norðast í Eysturoynni.

Hvat er tað fyri eitt DNA sum ger, at vit tora at byggja stórsta havnalag í landinum í 70unum.

Jú vit eru erpin, vit eru sjálvstøðug, vit eru Eiðisfólk og vit eru stolt av hesum.

Tá eg kalli okkum Eiðisfólk, tá hugsi eg sjálvsagt um okkum øll, ið búleikast her í kommununi.

 

Tá eg setti meg at skriva nøkur orð til dagin í dag, so fór eg at hugsa um nakrar spurningar:

Hvat er ein kommuna?

Hvat ger ein kommuna?

og hví hava vit eina kommunu?

Hetta eru absolutt viðkomandi spurningar, vit øll eiga at seta okkum.

Svarið finst, men ikki altíð eru vit samd um svarið.

Vit eru ikki altíð samd um hvat ein kommuna er.

Onkur heldur at kommunan tekur alt ov fá stig, onnur halda at kommunan tekur alt ov nógv stig.

Vit eru heldur ikki samd um hvat ein kommuna ger.

Vit eru ofta ósamd um tær íløgur ella ætlanir ein kommuna ger ella hevur.

Men eg trúgvi at um spurningin hví vit hava eina kommunu, eru vit øll samd.

Vit hava kommununa fyri borgaran, at virka til frama fyri einum demokratiið, ein rødd úteftir og ein rødd til okkum øll.

Tað hava tilsamans 34 bygdaráð sitið síðani 1894, og eg veit at øll sum hava sitið, hava ynskt tað allar besta fyri okkara kommunu.

Tað er júst tað sum er tað fantastiska við okkara skipan, talan er um eina demokratiska skipan sum vit øll so ella so kenna til. Nærum øll kenna onkran at heita á í kommununi og nærum øll kenna onkra rødd aftur í kommununi.

Í 2019 eru vit kanska ikki millum størstu kommunur í landinum, men vit eru ein kommuna ið ofta verður tikin á tungu, tá tosað verður um sterkar kommunur í Føroyum.

Men hetta er ikki av tilvild.

Eg sendi innbjóðing út til allar fyrrverandi bygdaráðslimir, talan var um meiri enn 30 ymiskar bygdaráðslimir sum framvegis eru á lívi.

Av teimum bygdaráðsformonnunum sum hava sitið, eru ikki færri enn sjey her í dag.

Eisini fyrsta kvinnan at taka sæti í Eiðis kommunu, er her í dag, tað er Hildigarð Høghamar.

Vit øll ynskja tað besta fyri okkara kommunu.

Mín vón er at vit framhaldandi fara at vera erpin, framhaldandi vera framsíggin og framhaldandi fara at vera Eiðis kommuna.

Hjartaliga til lukku øll somul og framhaldani gott kvøld.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…