Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjóhitaskipanin er ein íløga í framtíðina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2019 - 12:00 Tíðindi Vinna

segði Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð millum annað í røðu sínara, tá Sjóhitaskipanin varð tikin í nýtslu. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

Sjóhitaskipanin – Eitt stórt frambrot

Í 1931 var stórt frambrot í Klaksvíkar Sókn. Vatnorkuverkið norðuri á Strond varð tikið í brúk. Hetta frambrot var gjørligt, tí Klaksvíkar Sókn saman við framfýsnum monnum fóru í holt við hesa stóru verkætlan. Hetta orkuverkið legði lunnar undir eina víðari menning av Klaksvíkini.

Aftur í dag hevur Klakvíkar Kommuna - eftir mínum tykki - staðið sum primus motor fyri einari slóðbrótandi verkætlan. Sjóhitaskipanin er kanska ikki eitt so stórt tak, sum orkuverkið var á sinni, men hóast alt er hetta eitt trivaligt tak innan grøna orku og umhvørvi.

Við hesari slóðbrótandi verkætlan, fer Klaksvíkar kommuna at flyta seg frá oljunýtslu til sjóhita. Ætlanin er, at nakrir av teimun størstu bygningunum, ið Klaksvíkar kommuna varar av, skulu knýtast í skipanina. Ein strongur er frá pumpuhúsinum her á útfyllingini, framvið Skúlatrøð og niðan til svimjihøllina og hallirnar báðar. Hesir bygningarnir eru teir, ið hava størst oljunýtslu hjá kommununi.

Nýggi parturin av skúlanum á Skúlatrøð eru longu knýttir í skipanina. Næst er at fáa hallirnar og svimjihøllina knýtta í skipanina eisini.

Eitt er, at vit sum kommuna økja um tann grøna profilin. Týdningarmikið er eisini, at vit alla tíðina arbeiða ímóti at fremja tiltøk, ið kunna gera sparingar á rakstrinum hjá kommununi. Við at brúka sjóhita í mun til olju, sparir kommunan eina munandi upphædd til upphiting av bygningunum.

Kanska onkur hugsar, hvat nyttar tað, at brúka eina sjóhitaskipan og kalla seg fyri eina grøna kommunu, tá ið 50% av streyminum hjá SEV er fingin til vega við oljuframleiðslu?

Tað er rætt, men tað merkir so hóast alt, at hini 50% av streymframleiðsluni hjá SEV er frá grønari orku.

Tað snýr seg eisini um at hyggja frameftir. SEV hevur sum endamál, at yvir 90% av máttinum í 2030 skal koma frá grønari orku.

Sjóhitaskipanin er ein íløga í framtíðina. Tað hevur alstóran týðning, at vit sum kommuna tora og vilja vera við til, at fremja skynsamar og grønar íløgur.

Eg eri bæði fegin og errin, at vit loksins eru komin hertil við sjóhitaskipanini. Tað er mín vón, at hetta átakið fer at vera til mikið gagns fyri Klaksvíkar kommunu.

Takk fyri

 

 

                         

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað