Lýsing
Lýsing
Lýsing

So er Klaksvíkar sjónleikarafelag aftur uppá spæl!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.10.2019 - 17:23 Mentan Tíðindi

Um tú er ein av teim, ið reikar runt um kvøldarnar kring Klaksvíkar bý, so hevur tú møguliga undrað teg á, at ljós aftur er í gomlu læknahúsunum.

Hesi ikonisku gulu húsini vóru bygd í 1928, og vóru tá nýtt til bústað og læknahús, men hava jú staðið tóm líka síðan einaferð í hálvfemsinum. Í hesum døgum tæna húsini einum øðrum endamáli. Gomlu gulu læknahúsini roynast nú sum leiktjald hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, sum jú eftirhondini er kent fyri at gera innrás í tómar bygningar kring býin.

Fyrr í ár var tað loftið á Spinnarínum, ið aftur varð lívgað upp av sjónleikarum, pallsniðgevum, teknikkarum og ikki minst av stóru mannafjøldini, sum við víðskygni og forvitnisligum eygum, fylgdu við inn í ævintýrakenda heimin hjá Kraddaranum, Fívilinum og øllum hinum gandakendu verunum.

At skapa lív í bygningar, har alt leingi hevur ligið deytt, er vorðið ein fortreyt hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, um felagnum sjálvum skal vera lív lagað. Kreativa virvarið, sum allatíðina livir í einum sjónleikarafelag, noyðist at hava eitt stað, har virvarið kann mýkjast til eitt ella annað skap.

Gomlu gulu læknahúsini bleiv hettar staðið. Læknahúsið verður tí seinni í mánaðinum staðið, har víðskygni og forvitni áskoðarin fer at hava møguleika at vitja “Ræðsluhúsið”. Eitt hús har djúpasta ræðsla tín, ringasta marra tín og væl goymdi ótti tín gerast til veruliga veruleika tín!

Ræðsluhúsið letur dyrnar upp 21.oktobur og stongir aftur 03.novembur. Atgongumerkir verða sett til sølu 14.oktobur á www.atgongumerki.fo.

Sum nakað heilt serstakt fer Klaksvíkar sjónleikarafelag at gera eykað nógv burtur úr “Halloween kvøldinum”, ið er 26.oktobur. Tá fer felagið saman við Jacqson, Silvurdrongur, Joe and the shitboys og The happening at kalla saman kreativar grýlir kring landið. Sjálvsagt eru góðir vinningar uppá spæl hettar kvøldið frá m.ø. Summarfestivalinum, Voxbotn og G!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba