Lýsing
Lýsing
Lýsing

Næraberg órógvar uttan orsøk

SKRIVAÐ: Trina Eysturoy, forkvinna Heimafriður  |  07.10.2019 - 19:15 Tíðindaskriv Vinna

Í samfull trý døgn hevur Næraberg ligið og órógvað fólk á Signabø og Oyrarreingjum uttan orsøk. Sambært www.jn.fo eru frystigoymslurnar í Kollafirði fullar og tískil fær Næraberg í løtuni ikki landað har. 

Kortini hevur Næraberg síðani fríggjadagin seinnapartin í døgndrift órógvað borgarar á Signabø og Oyrarreingjum. Hetta merkir, at skipið í samfull trý døgn hevur ligið við motorunum koyrandi, soleiðis at fólk hvørki hvíld ella frið heima við hús. 

Á einum fundi í vár millum Tórshavnar kommunu og JFK, varð avtalað at ábøtur skuldu gerast og mannagongdir skuldu broytast til frama fyri Heimafriðin hjá borgarum á Signabø og Oyrareingjum. Men hesar broytingar merkja fólk einki til, tí skipið larmar framvegis líka illa.

Ímeðan Næraberg liggur og bíðar til hann sleppur at landa, missa borgarar á landi bæði svøvnfrið og heimafrið. 

Heimafriður heitir á Tórshavnar Kommunu og JFK at gera tær broytingar, sum skulu til, soleiðis, at borgarar kunnu fáa frið, tá skipið liggur inni. Verkfrøðingar og maskinmeistarar hava gjørt felagið varugt við, at fyri at loysa trupulleikan við gangi frá Nærabergi, skal skipið væntandi gera eina íløgu í millum 50 og 400.000 krónur. Hetta er ikki nógvur peningur sæð í mun til heilsuna hjá fólki og nógvu árini, hesin gangurin hevur staðið uppá.

Tórshavnar Kommuna og landsmyndugleikar skulu sjálvsagt seta karmar fyri vinnuna, men tað hevði verið gleðiligt um eitt felag, sum JFK, av sínum eintingum kundi tikið samfelags- og umhvørvisábyrgd. 

Eisini heitir Heimafriður á myndugleikar og reiðarí um at taka atlit og finna loysnir, sum kunnu brúkast, eitt nú at flyta skipini burtur frá bygdum øki, tá tað kortini ikki er neyðugt at liggja við bryggju.

 

Vegna Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna
Tlf.: 210913

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…
Gilli heldur fram í KÍ
Órógv í Tinganesi
Hjarnar vitjaðu Norðlýsið og vit fingu e…
Nýskipa­nar­nevndin kemur við fyrstu tilmæ…
Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýri…
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin