Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðafólkatalið økist framvegis á Kalsoynni og Mikinesi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.10.2019 - 10:32 Tíðindaskriv Vinna

Sambært samansettum hagtølum frá heimasíðuni hjá Strandferðsluni fyri summarhálvuna frá apríl til september, so økist ferðafólkatalið framvegis á smærri oyggjaleiðunum meira ella minni.

Bæði á Kalsoyar- og Mikinesarleiðini er ferðafólkatalið seinastu 5 árini hækkað meira enn til tað dupulta, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini er økt nakað.

Komandi árini fer ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini uttan iva at økjast við somu ferð, tí Kalsoyggin ber nógv, og har  kann mann sigla til næstan hvønn dag á árinum. Við núverðandi ferð kann man rokna við 100.000 ferðandi um 5 ár. Økta ferðafólkatalið viðførir longu í dag, at ordiligur gonguvegur má gerast út á Kallin, at toilet- og hølisviðurskifti mugu skipast á Syðradals kaj, at bussleiðin má mennast bæði í túratali og stødd av bussi, og at SAM siglir oftari týs- og hósdagar. Grundarlag er longu nú fyri at bjóða fram taxakoyring í oynni og at útleiga bilar og súkklur – eins og grundarlag fyri at útleiga kømur og at reka hotel- og matstovuvirksemi er komið fyri at vera – og ikki minst fyri at opna ein handil í oynni, tí í løtuni er bara ein kiosk á Trøllanesi. Og so sjálvandi øll møgulig ferðavinnutiltøk sum framsýningar,  guidaðar túrar og aðrar upplivingar.

Uttan iva fer ferðafólkatalið út í Mikines at økjast lutvíst líka nógv , um mann ikki setir onkrar hindringar fyri hesum. Í Mikinesi er ferðavinnan eldri og væl meira búnað enn á Kalsoynni, sum ikki hevur verðið so væl vitjað fyrr enn nú, síðani Kópakonan varð reist í Mikladali í 2014.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing