Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður fingið gullnál og heiðursbræv

SKRIVAÐ: ÍSF  |  08.10.2019 - 10:52 Ítrottur Tíðindaskriv

Á fundi við ÍSF í dag tók Bárður á Steig Nielsen, løgmaður við sum verji hjá føroyskum ítrótti.

Síðan 1955 hevur verið siðvenja, at Føroya løgmaður er verji hjá føroyskum ítrótti, og í hesum sambandi handaði Elin H. Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya í dag Bárði á Steig Nielsen gullnál og heiðursbræv.

Bárður á Steig Nielsen er sjálvur royndur ítróttarmaður, og hevur øll síni ár verið virkin partur í ítróttarlívinum í heimbygdini Vestmanna. Umframt at hava vunnið heiðursmerkir og meistaraheitir fyri VÍF í hondbólti og kappróðri, hevur nýggi løgmaður Føroya eisini staðið á odda fyri fleiri ítróttaverkætlanum. Hann kennir tí føroyskan ítrótt sera væl, og er somuleiðis tilvitaður um, hvønn týdning ítróttur hevur í samfelagnum.

- Tað er ein stórur heiður at gerast verji hjá føroyskum ítrótti. Í ítrótti lærir tú teg dissiplin, at kýta teg og at standa saman um eitt felagsmál. Hetta eru stak góðir eginleikar, sum bæði vinna og samfelag kunnu nýta gott av. Ítróttur og frítíðarvirksemi hava avbera stóran týdning fyri okkara heilsu og trivnað, tí tað gevur øllum møguleika fyri at vera virkin og eisini at vera partur av einum sunnum felagsskapi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.    

 

Verji og virðiligt umboð

Fyri føroyskan ítrótt hevur tað nógv at siga, at løgmansembætið eisini umfatar ítróttin, bæði í mun til ítróttarliga virksemið í føroyska samfelagnum, men eisini í mun til føroyskan ítrótt á altjóða pallum, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

- Við íðkarum, venjararum, hjálparfólki og stuðlum av øllum sløgum, so umfatar føroyskur ítróttur jú so gott sum allar føroyingar, og tí halda vit tað vera gleðiligt og hóskandi, at løgmaður eisini er verji hjá ítróttinum. Og tá ið vit so hugsa um okkara stremban eftir altjóða viðurkenning og IOC limaskapi, so hevur tað heilt víst eisini stóran týdning, at landsins hægsti myndugleiki er sjónligur og tekur lut í tí arbeiðnum, greiðir ÍSF forsetin frá.

Bárður á Steig Nielsen er 13. løgmaður í røðini, sum gerst verji hjá føroyskum ítrótti. Siðvenjan byrjaði í 1955, og tá var løgmaður eisini sambandsmaður, nevniliga Kristian Djurhuus.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Lýsing