Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ hevur tryggjað sær pláss í FM-finaluni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.10.2019 - 18:35 Ítrottur Tíðindi

Tað skulu heilt óvanlig úrslit til í 26. umfari, um KÍ ikki hevur møguleikan at vinna FM í síðsta umfarinum.

Eftir sigurin í gjár er KÍ ájavnt við B36 á 60 stigum. Men málmunurin ger, at KÍ longu nú í minsta lagi hevur tryggjað sær pláss í FM-finaluni í síðsta umfarinum. Tí skuldi KÍ tapt móti NSÍ, so ger ein betri málmunur á 7 mál, at tað neyvan kemur hartil, at tað ikki er ‘’nokk’’ hjá KÍ at vinna í síðsta umfarinum.

 


KÍ hevur eisini møguleika at nærum tryggja sær FM í komandi umfarinum, men tá skal nógv spæla við. KÍ skal vinna móti NSÍ og B36 skal tapa móti Víkingi. Tá verður KÍ trý stig frammanfyri og minst 9 mál betri, sum fer at krevja, at B36 vinnur við minst fimm málum í síðsta dystinum. Dystirnir, sum eru eftir, vera leiktir 20. og 26. oktober. Tey flestu KÍ-viðhaldsfólkini hava helst longu nú sett kross í kalendaran til leygardagin 26. oktober, tá FM-finalan mest sannlíkt verður leikt í Gundadali millum B36 og KÍ í mest spennandi endaspurtinum í føroyskum fótbólti í øllum førum síðani 2006, tá FM ikki bleiv avgjørt fyrr enn í seinastu minuttunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp
Norðlýsið tippar: Hetta fer valstríðið a…
Bakkafrost skapar nógv størv í útjaðaran…