Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útlendskur kapitalur í fiskivinnuni og færri og størri aktørar økja avkasti til føroyska samfelagið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.10.2019 - 09:31 Politikkur Vinna

Serfrøðinganevndin, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, setti at gera tilmælið um nýggja fiskivinnuskipan, segði m.a. í tilmæli sínum, at um ætlanin var at avmarka fiskivinnuna við bert loyva føroyingum og sokallaðum “føroyskum” pengum at virka í vinnuni fór hetta at hava negativa ávirkan á avkasti til føroyska samfelagið.

 
Brot úr tilmælinim:
 
1.8 Samspæl og andsagnir millum høvuðsmálini við nýskipanini
 
Eitt av høvuðsmálunum í arbeiðssetninginum er, at tilfeingisrentan gerst so optimal, sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið. Hetta mál kann tó vera í andsøgn við onnur høvuðsmál í arbeiðssetninginum, eitt nú at vinnumøguleikarnir ikki skulu savnast á fáum hondum, og at rættindini skulu vera á føroyskum hondum.
 
Nevndin hevur sum sagt ikki tikið støðu til arbeiðssetningin og staðfestir bara, at her eru andsagnir í.
 
Tað er eitt nú eitt politiskt mál at áseta, at útlendingar ikki skulu vera partur av ognarskapi í føroyskari fiskivinnu, men nevndin heldur, at útlendskar íløgur undir røttum umstøðum kundi givið eina hægri tilfeingisrentu til samfelagið.
 
Eisini er tað í stóran mun eitt politiskt mál at áseta sokallaðar anti trust-reglur um, at ein einstakur eigari ikki kann eiga ov stóran part av fiskivinnuni. Eisini her kann nevndin staðfesta, at um ongar avmarkingar eru, kundi fingist ein hægri tilfeingisrenta. Eitt nú kunnu tað vera stórrakstrarfyrimunir, sum ikki verða gagnnýttir. Hinvegin kunnu minni fyritøkur flyta seg skjótari og møguliga vera við til at gera enn fleiri nýskapanir.
 
Tá talan er um økta virðisøking, metir nevndin, at ov herd krøv um føroyskan kaikant og at føra alt til lands hava við sær eina minni tilfeingisrentu fyri skipini, serliga upp á stutt sikt. Møguliga kann tilfeingisrentan upp á longri sikt gerast hægri, um tiltøk til at fremja økta virðisøking gerast krav. Sum staðfest omanfyri, kunnu tað eisini vera sosialbúskaparlig atlit í mun til at stimbra ávís økir í landinum ella ávísar skipabólkar. Nevndin metir, at tiltøk av hesum slagi eisini kunnu hava ta ávirkan, at tilfeingisrentan kann gerast minni, enn hon annars vildi verið, um ongar avmarkingar vóru.
 


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setti 21. januar 2016 ein bólk við hesum fólkum:
 
Johnny í Grótinum, stjóri - Búskaparfrøðingur
Hans Ellefsen, adjunktur - PhD Búskaparfrøðingur
Árni M. Dam, sjálvstøðugur - Skipari og handilsútbúgving
Eydna í Homrum, fiskifrøðingur - PhD Lívfrøðingur
Herálvur Joensen, stjóri – Løgfrøðingur
Kristina Samuelsen, advokatur – Løgfrøðingur
Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi – Fiskivinnufrøðingur
Unn Laksá, granskingarleiðari - PhD Stjórnmálafrøðingur
Malan Johansen, deildarleiðari – Búskaparfrøðingur
 
Afturat arbeiðsbólkinum var sett eitt skrivaratoymi (sekretariat) við hesum fólkum:

Herit V. Albinus, búskaparfrøðingur
Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrøðingur
Rúna F. Guttesen, løgfrøðingur
 
 Les meira her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð