Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Skulu enda við sigri á Malta

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.10.2019 - 05:51 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld hevur tað stóran týdning fyri føroyska landsliðið at vinna á Malta.

Eitt er, at landsliðsvenjari og liðskipari takka fyri seg á heimavølli. Teir hava báðir tænt føroyska liðnum væl sum partur av eini tíð, har landsliðið hevur skapt tvey heilt stór úrslit (sigrarnir móti Grikkalandi) og spælt bólkin, har met í stigum bleiv sett.

Nakað annað er, at tað er langt síðani ein føroyskan sigur. Vit skulu eitt ár aftur, tá júst Malta vitjaði á Tórsvølli. Føroyar eru eins og tá favorittar at vinna, men dystirnir móti Malta hava víst, at tað er ikki stórvegis, ið er á muni millum liðini. Og so kann nevnast afturat, at tað er eitt heilt ár til komandi heimadyst av týdningi, og tá tað neyvan er realistiskt at vænta stig móti Noreg og Svøríki í november, so er tað nú, at Føroyar skulu hava eitt úrslit, sum kann lyfta landsliðsfótbóltin eftir eitt tungt tíðarskeið.

Við norðoyabrillum er kanska serliga áhugavert, at møguleiki er fyri, at 22 ára gamli Jóannes K. Danielsen møguliga fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, nú vanligi høgri bakkurin/vongbakkurin, Gilli R. Sørensen, hevur leikbann. Síðani er spurningurin, hvønn leiklut Jóannes Bjartalíð fær. Leikligu avrikini eru uttan iva til eitt pláss í uppstillingini, men hann spældi heilan dyst bæði týskvøldið og leygarkvøldið og sá troyttur út síðstu løtuna móti Rumenia. Kristian Joensen spælir neyvan, meðan Patrik Johannesen ikki kom á vøllin seinast, men kanska fær okran leiklut hesaferð, har størri dentur kanska verður lagdur á álopspartin enn vanligt.

Landsdysturin á Tórsvølli í kvøld byrjar kl. 19.45.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð