Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takk til tykkum mongu ið hava stuðlað okkum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.10.2019 - 10:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað siga tey bæði Johan Dam og kona hansara Karen Albury, nú tey sita hjá dóttrini í Florida og fegnast um stuðul og forbønir.

Johan Dam og kona hansara, ið búðu í March Harbour á Bahamas tá ódnin Dorian herjaði fyri seks vikum síðani, mistu alt tey áttu. Tey mistu húsini, arbeiði og alt umhvørvið har tey hava búleikast seinastu 45 árini

Tey bæði hava búð hjá dóttrini, sum býr á Florida, síðani tey sluppu av oynni fyri 5 vikum síðani. Tey hava loyvi at verða á Florida til fyrst í mars næsta ár.

Tey hava sæð myndir av tí sum eftir er av húsunum hjá teimum á March Harbour. Húsið var undir í vatni, so har skal alt gerast av nýggjum, um tey skulu búgva aftur í teimum.

Hetta er tó ikki so einfalt, tí sum er, er onki arbeiði at koma aftur til, har er ongin handil. Harafturat er ongin familja, vinir og kenningar eru flutt burtur av oynni og alt samfelagið er merkt av tí, sum er hent og skal tí byggjast upp aftur av nýggjum.

Tá tíðindini bórust, at Jóhan og Karen vóru stødd á oynni, har ódnin herjaði og at tey og sonurin við familju høvdu mist alt, sum tey áttu, fór ein innsavning í gongd fyri at stuðla teimum.

Tey eru ovfarin at so nógvir føroyingar hava stuðla teimum, fólk sum tey kenna, men eisini nógv onnur sum tey ikki kenna.

Tey bæði ynskja á hendan hátt at takka øllum somlum hjartaliga, sum hava stuðla og biðið fyri teimum.

Men brekkan er brøtt hjá teimum, sum tey skulu niðan í gjøgnum í komandi tíðum.

Um onkur er enn har úti, sum ynskir at stuðla teimum, eru tit vælkomin at flyta pengar á 6460 5232351. Kontuna eigur Jóhan sjálvur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…
Nevndin í Klaksvíkar Sjónleikara­felag he…
Møti í Saron á Viðareiði
Hvørji fólk eru á myndini?
Almenn viðmerking til atfinningar
Bjartalíð matchvinnari
8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (k…
8. mars – Altjóða kvinnudagur
SÍ endaði ovast eftir 3-0 sigur á Mjølni
Við mikrofon­ini í Svínoy
Politiska landslagið í broyting
Starabúrið út at ferðast
Við mikrofon­ini á valfundi á Skúlatrøð
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Seyðurin hevur rætt til hagan alt árið
- Tað einasta sum telur er at vinna
Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Sleppa øll við?