Lýsing
Lýsing
Lýsing

Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  17.10.2019 - 20:06 Kykmynd Mentan Myndarøð Tíðindi

Í meir enn 4 ár hevur verið sungið morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju aðru hvørja viku. Tað var presturin, Anne Mette Greve Klemensen, sum tók stig til hesa hugnaløtu í kirkjuni - kl. 10 á morgni.

Talan er um eini 20 min., har tú fært eitt gott orð við á vegnum og eini fýra sálmar verða sungnir úr sálmabókini. Síðani verður boðið til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum, sum er hugnaligur við góðari kirkjulist.

So henda løtan tekur undir einum tíma við góðum sangi, einum orði og einum góðum drekkamunni. Fyri kl. 11 varð løtan liðug, og tú kundi fara aftur til dagsins gerning av góðum huga.

Í dag vóru um 40 fólk í góðveðrinum í kirkju og nógv prát var sjálvandi eisini á skrá. Henda hugnalig morgunløta, sum er 14. hvønn dag, er at kallað alt árið bert avbrotin av jólunum og í summarsteðginum.

Anne Mette, prestur er virkin í tónleika- og kórlívi og tosar ræði føroyskt, tó at hon er ættað úr Danmark. Hon tók við starvinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011 eftir Una Næs – nú prósti, sum tá hevði starvast í Fuglafirði, sum sóknarprestur í 10 ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið