Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey fremstu fótbóltsfeløgini fara avstað við øllum UEFA pengunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.10.2019 - 17:40 Ítrottur Tíðindi

Samstundis sum tað ljóðar at nøkur av feløgunum í fremstu føroysku fótbóltsdeildini hava stórar fíggjarligar trupuleikar fara fimm feløg avstað við øllum UEFA pengunum. Tilsamans kr. 31,4 mió. eru býttar millum Víking, B36, KÍ, NSÍ og HB.

Nevnast kann at nú KÍ og NSÍ møtast í vikuskiftinum hevur KÍ fingið hálva triðuferð so nógvar pengar frá UEFA seinastu tvey árini, enn NSÍ hevur fingið. KÍ liggur nummar eitt við 60 stigum í landskappingini og NSÍ er nummar trý við 54 stigum.
 
Fimm tey niðastu liðini í fremstu deildini; Skála, TB, EB/Streymur, AB og ÍF fáa millum lítið og einki frá UEFA.
 
KÍ, Víkingur og NSÍ mannað somuleiðis tey ovastu trý plássini í næst ovastu deildini hjá monnum og vit skulu heilt niður á fjóðra plássið at finna feløg, ið ikki eru umboðaði ovastu deildini. Heili tíggju stig aftanfyri annaðlið hjá KÍ kemur 07Vestur og síðani B68 og B71.
 
Tá landskappingin byrjaði í ár átti B36 heilar 3,1 mió. kr. í reiðum peningi í bankanum og Víkingur var peningasterkasta felagið í landinum við ikki minni enn 4,0 mió. kr. á bankabókini.
 

Afturat UEFA pengunum fáa feløgini pening fyri landsliðsleikarar og kunnu vit nevna at nú heili fýra KÍ leikarar vóru til seinastu tveir landsdystirnar fekk KÍ kr. 200.000 í kassan í einum. Eisini teir pengarnir enda sjálvsagt hjá fremstu feløgunum, tí tey hava kontrakta bestu leikararnar.
 

Europa pengar 2018-2019
 
2018:
Víkingur 800.000 EUR
B36 720.000 EUR
KÍ 460.000 EUR
NSÍ 240.000 EUR
 
2019:
HB 800.000 EUR
B36 240.000 EUR
KÍ 720.000 EUR
NSÍ 220.00 EUR
 
 
2019 og 2018 tilsamans umroknað til danskar krónir:
 
KÍ                   Kr. 8.814.836,-
B36                Kr. 7.171.392,-
Víkingur         Kr. 5.976.160,-
HB                  Kr. 5.976.160,-
NSÍ                 Kr. 3.436.292,-

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri
Moské? Moské ikke
Avtala undirskrivað um vegagerð og byggi…
Carlsberggrunnu­rin játtað 1,5 mió. til e…
Manipuler­andi journalistikkur hjá NRK gr…
Við framskygni byggja vit land
Filip Ilic úr Mjølnir til Italia
Haldið islam av hundan og til úti úr Før…
Tak yvir høvdið fram um spekulatión
Team Klaksvík byrjar aftur leygar­dagin
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…