Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.10.2019 - 07:53 Ítrottur Tíðindi

KÍ spælir sín síðsta heimadyst í dag móti einum liði, sum leingi var kappingarneyti í FM-stríðnum, og sum nú spælir fyri 2. plássi.

KÍ er undan dagsins umfari, ið er tað næstseinasta, oddalið við 60 stigum. Sama stigatal hevur B36 og júst hesi bæði liðini møtast í Tórshavn í síðsta umfarinum í tí, sum sær út til at blíva FM-finalan. Málúrtøkan hjá KÍ er tó so mikið betri enn hjá B36, at FM nærum kann blíva avgjørt í dag, men tá krevst ein sigur til KÍ og eitt tap til B36 móti Víkingi. Øll onnur úrslit gera, at vinnarin av síðsta dystinum vinnur FM 2019.

NSÍ liggur á 3. plássi, men kann røkka 2. plássi, um liðið vinnur báðar sínar dystir samstundis sum antin KÍ ella B36 tapa báðar sínar dystir. Hjá NSÍ hava Oddur Højgaard og Pól Jóhannus Justinussen leikbann til dagsins dyst, meðan Pætur Hentze er skaddur. Hjá KÍ hava Meinhardt P. Joensen, Óli Ey. Poulsen og Ísak Simonsen verið skaddir antin leingi ella seinastu dystirnar. Møguleiki er fyri, at Ísak verður tøkur til dystin í dag. Torbjørn Grytten og Darius Lewis eru ivasamur vegna skaða. Talan er um síðsta heimadyst hjá Simen Sandmæl og Darius Lewis.

Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 15.00, og dómari verður Kári á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi