Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá føroya fólki til tilfeingi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.10.2019 - 09:08 Politikkur Tíðindi

Á middegi í gjár tosaði Norðlýsið við landsstýrismannin í fiskivinnumálum um atfinningarnar, ið hava verið í miðlunum seinastu dagarnar um, at samgongan ætlaði at privatisera fólksins ogn.

Jacob Vestergaard segði at hann skilti ikki atfinningarnar tí ongar grundleggjandi broytingar vóru í mun til galdandi lóg viðvíkjandi ognarskapinum.
 
Einasta broytingin var at í dag skal løgtingið á hvørum árið góðkenna langtíðar loyvini og um løgtingið ikki góðkennir at ein aktørur sleppur at halda fram, so missur hann loyvi um átta ár. Hetta broyttu vit soleiðis at ístaðinfyri at løgtingið á hvørjum árið skal formliga viðgera og blástempla at loyvini halda fram, til at landsstýrismaðurin skuldi leggja uppskot fyri tingið um at siga brúksrættin upp og so var 10 ára uppsagnarfreist fyri einstaka aktørin.
Vit hava í dag eina rullandi skipan og fyri meg kann tað verða líkamikið um hon rullar hendan ella handan veg.
 

Løgmaður: Samgongan samd um at tryggja ognarrættin til tilfeingi.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur at samgongan hevði ein góðan fund í gjár:
Samgongan er samd um at tryggja ognarrættin hjá føroya folki til tilfeingi og tað hevur ongantíð verið talan um at tilfeingi skal latest privatum. Vit hava eina skipan í dag við brúksrætti og vit eru samd um at hon skal halda fram.
Almennu viðmerkingarnar sum hava verið í miðlunum byggja ikki á tað sum stendur í uppskotinum sum fyriliggur. Tað er sera trupult at hava eitt orðskifti, sum ikki byggir á fakta. Vit høvdu ein góðan fund í gjár har vit vóru samd um at gera nakrar broytinga soleiðis at orðingarnar í galdandi lóg um at løgtingið skal góðkenna at loyvini halda fram á hvørjum árið , vera standandi, sigur Løgmaður í viðmerking í morgun,

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum