Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: JESSICA TAYLOR © Scanpix

Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugreiðslu

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  22.10.2019 - 19:36 Politikkur Tíðindi

Bretska Undirhúsið hevur í kvøld tvær ferðir atkvøtt um skilnaðaravtaluna ið Boris Johnson hevur mekla við ES. Boris Johnson og stjórnin vunnu fyrstu atkvøðugreiðsluna, men eftir at hann tapti seinnu atkvøðugreiðsluna, er enn einaferð óvist, hvussu næsti leikur fer fram við Brexit.

Fyrr í kvøld atkvøddi Bretska Undirhúsið um sjálva skilnaðaravtaluna ið Boris Johnson og ES blivu samd um fríggjadagin - her savnaði ein meirluti seg handan forsætisráðharran, og hevur Bretska Undirhúsið tískil fyri fyrstuferð atkvøtt fyri eini skilnaðaravtalu. Hetta hendi tá Undirhúsi við 329 atkvøðum móti 299 atkvøddi fyri, at skilnaðaravtalan við ES skuldi til víðari viðgerð í lóggávutinginum.

Hóast hetta var mett at vera ein sigur fyri Boris Johnson, gekk ikki rúm tíð, til at støðan enn einaferð gjørdist ógreið. Við 322 atkvøðum móti 309 tapti hann nevnliga seinnu avgerðandi atkvøðugreiðsluna. Næsta atkvøðugreiðslan snúði seg um sjálva tíðarætlanina ið stjórnin hevði sett sær fyri. Síðan Boris Johnson bleiv valdur til formann fyri Konservativa flokkin, hevur hann tvíhildið um at Bretland fer úr ES tann 31. oktober 2019. 

Við einans 9 døgum eftir til ytstu freistina ið stjórnin setti sær, var stórur spenningur um Boris Johnson megnaði at fáa meirluta fyri tíðarætlanini. Hetta eydnaðist sostatt ikki, og valdar tískil enn einaferð ruðuleiki.

Júst hvat hendir nú er óvist. Fyrr í dag hótti Boris Johnson við at taka lógaruppskotið aftur, um hann ikki fekk ein meirlutað fyri tíðarætlanini hjá stjórnini. Stjórnin ynskir framvegis at fara úr ES tann 31. oktober, meðan andstøðan dyrgir á at fáa stjórnina til at útseta Brexit, soleiðis at Undirhúsið far møguleika fyri at viðgerða lógaruppskotið gjøllari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið