Lýsing
Lýsing
Lýsing
Formaðurin og limirnir í Búskaparráðnum sum sambart fyrrverandi formanninum í sama ráðið hava alt ov lítlar royndir at sita í ráðnum, mælir til eina óroynda uppboðssøluskipan. Hon skal forða fyri at føroyska tilfeingi ikki endar á fáum hondum - hóast tað er júst hetta sum fáu royndirnar ið eru gjørdar við uppsølu av sjófeingi hava prógva. (At tey ríku eru best fyri at keypa) | Mynd: kvf.fo

Deja vu a la politikPublicService

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.10.2019 - 01:05 Lesarabrøv Politikkur

Hóast einki land í heiminum selur alt sítt fiska tilfeingið á rullandi uppboðsølu, og hóast royndir ið higartil eru gjørdar í Føroyum, hava víst at somu stóru "ríku" aktørar fara avstað við øllum sum er selt á uppboðsølu (JWJ: Sjálvsagt), so er formaðurin í búskaparráðnum sannførdur um at bert uppboðsølan kann brúkast sum amboð at reka fiskivinnu.

Búskaparráðið er sett  í verðina av løgtinginum og landstýrismaðurin velir og skipar ráðið sum lógin fyriskipar.
 
Ì løgtingslóg um Búskaparráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 20. desember 2012, stendur soleiðis skrivað um uppgávuna hjá ráðnum:
 
§ 1. Landsstýrismaðurin skipar búskaparráð, hvørs uppgáva er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
 
Sambart føroysku orðabókini, Sprotin.fo merkir  orðið ”ráðgeving” - tað at geva ráð, stuðul og ráðgeving. Sprotin.fo sigur soleiðis um orðið ”rágevi”- ein ið gevur ráð, ráðgevari, leiðbeinari, vegleiðari.

Tað er ikki uppgávan hjá ráðgevum at siga hvør politisk avgerð er tann rætta, men at lýsa gongdar leiðir, so tað verður lættari hjá polittikarum sum eru valdir av fólkinum at taka avgerðir - og ábyrgd av avgerðunum. 
 
Grundgevingarnar hjá búskaparráðnum fyri at mæla til at taka øll veiðurættindi inn og selja tey á eini uppboðssølu eru teoretiskar og ikki bygdar á royndir. Spurningurin um tilmæli frá búskaparráðnum kann brúkast tí sambært galdandi lóg, sum varð sett at virka frá 1. Januar 2018, kann hetta ikki gerast fyri enn um 8 ár, tá verandi langtíðarloyvir fella aftur til landið, treyta av at løgtingslimir tey komandi átta árini ikki leingja loyvini hjá verandi aktørum. Um vit tá fara at selja øll fiskiloyvi á uppboðsølu verður eingin føroysk fyritøka at standa seg móti verandi aktørum, sum tey næstu árini hava fingið útluta brúksrættin til tilfeingi frá undanfarnu samgongu.
 
Búskaparráðið vísir til er uppboðsøla eitt satt undurbarn: 
-       … gera tað lættari at regulera veiðitrýstið
-       … elvir politisku skipanini til at hugsa meira langsiktað
-       … yvirskotið í fiskivinnufyritøkum minkar (og hýrurnar somuleiðis),
-       … minni yvirkapasitet
-       … lægri veiðitrýst og lægri rakstrarútreiðslur
-       … størri tilfeingisrentu.
-       … elva til íløgur í meira effektiv veiðitól
 
Búskaparráðið skrivar at neyðugt er at ein uppboðsøla verður sett á stovn tí:

…. í verandi skipan verða bæði produktivar og óproduktivar íløgur framdar….

og


… eigarar av minni effektivum ella produktivum veiðitólum velja at gevast….
 
 
Deja vu
Í sendingini ”Breddin” hjá KVF í dag var formaðurin í Búskaparráðnum gestur í studio, har verturin, ið eisini er kona Jóannes Jacobsen, sum er ein av kendastu pro-uppsølu-búskaparfrøðingunum, stjórnaði spurningunum hjá fremsta føroyska vakthundinum. Í samband við tilmælið hjá Búskaparáðnum har mælt verður til at alt tilfeingið skal seljast eftir uppboðssølu teorini, vísir ráðið til júst tað, sum maður útvarpsvertin hevur skrivað í einum útlendskum blaðið um hvussu rotið alt er í Føroyum og serliga í fiskivinnuni:
 
…. Í eini grein í altjóða vísindatíðarritinum “Marine Policy”18 gevur ein føroyskur granskari, Jóannes Jacobsen, eina greining av valdsbýtinum í føroyskum fiskivinnupolitikki. Hansara niðurstøða er, at meðan tað í einum marknaðarbúskapi vanliga er eigarin av einum tilfeingi, sum ræður yvir nýtsluni av tilfeinginum, so er hetta vent á høvdið í Føroyum og í mongum øðrum londum. Í Føroyum liggur valdið yvir fiskatilfeinginum hjá einum í nógvar mátar sterkum fiskivinnu-ávirkanarbólki (lobby), sum higartil hevur havt vald at tryggja, at fiskivinnupolitikkurin er í samsvari við búskaparligu áhugamálini hjá teimum, ið longu eru virkin í fiskivinnuni, og sum samstundis er í andsøgn við búskaparligu áhugamálini hjá teimum, ið eiga fiskatilfeingið (Føroya fólk)
– Hesar niðurstøður styðja upp undir grundgevingarnar fyri einari marknaðarskipan, har nýtslugjaldið ikki verður ásett av politisku skipanini, men av vinnnuni sjálvari..….
 
Hvar høvdu Føroyar verið uttan tað reina Public Service….

 

Viva el Repoblica!

John William Joensen

Prentari
 

----

PS:

Í morgun sá eg hendan teldupostin sum Sólfinn hevði lagt út á Facebook har Búskaparráðið sum í 2017 fekk hoyringsskriv frá táverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum Høgna Hoydal - sum jú vildi hava alt tilfeingið selt á uppboðsølu.

Telduposturin stuðlar undir tað teorina at táverandi landsstýrismaður var vitandi um at í "onkur" í tá verandi nevndini tók undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum - tí tað var púra óvanligt at senda hoyringsskriv til búskaparráðið.

Men eftir at høgra hond hjá landsstýrismanninum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, hevði broytt samansetingina av búskaparráðnum, segði táverandi formaður í búskaparráðnum seg úr nevndini - júst við tí grundgeving at hann kundi ikki liva við eini samanseting av ráðnum sum var mannað av fólkum við ongum royndum.

Føroyska lógin setur bert krøv til útbúgving og nevnir einki um at limirnir skullu hava royndir. Danska lógin um "Det økonomiske råd" ger grett at limirnir skullu verða "kyndig" sum sambært donsku orðabókini er ein persónur sum hevur "erfaring" ella royndir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…