Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skótarnir lótu 60.000 krónur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.10.2019 - 16:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Petø venjingartilboðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fingu stóra gávu frá Skótahjálpini, sum Føroya KFUK-skótar, Føroya Skótasamband og KFUM-skótar í Føroyum standa saman um.

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi bjóðaði væl komin til lítla móttøku í samband við gávuna frá skótunum.

Síðani var tað Símin Michael Sørensen, fíggjarleiðari hjá Skótasambandinum, ið segði nøkur orð innan skótarnir handaðu gávuna til Benadicta Ellingsgaard, leiðandi fysioterapeautur á Fysiurgiska/Ergo deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Símin Michael segði millum annað at stavnhaldið hjá skótunum í hesum sambandi er, at frísk og ferðug børn stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum og illa støddum børnum og ungum í Føroyum og uttanlands við pengum, sum á hvørjum ári eru savnaðir við arbeiði ella á annan hátt. Árliga hjálpin fer til eina útlendska og eina føroyska verkætlan. Ein partur fer í grunn til hjálp við brádliga ákomna neyð.

Benedicta Ellingsgaard takkaði fyri vegna Klaksvíkar Sjúkrahús og børnini, ið fáa ókeypis venjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Petø er eitt venjingartilboð til børn við serligum avbjóðingum. Skipað verður fyri tveimum skeiðum um árið á 3 vikur. Petø konduktørur, ergo- og fysioterapeutur við serkunnleika til økið eru knýtt at skeiðunum.

Vegna seg og síni, takkaði Ragnhild Ellingsgaard fyri tað menning og framgongd hon hevur sæð hjá dóttir síni, ið hevur luttikið á slíkum skeiðum.

At enda lovaði Benedikta Ellingsgaard, at peningurin, ið skótarnir í dag lótu, skulu fara óskerdir í nýggj amboð til børnini, sum fara at luttaka í skeiðum frameftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing