Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fleirmælt børn skulu hava nøktandi tilboð

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  30.10.2019 - 13:33 Politikkur Tíðindaskriv

Dagstovnar og fólkaskúlar skulu hava umstøður til at bjóða øllum fleirmæltum børnum góða málundirvísing í føroyskum. Hesi viðurskifti eru ikki nøktandi í dag, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning um málið.  

Nógv fólk flyta til Føroya á hvørjum ári, og tað er sera gleðiligt, at vit fjølgast. Fleiri av teimum, sum leita hendavegin eru av fremmandum uppruna, og summi teirra tosa bert upprunamálið og lítið ella einki av enskum ella norðurlendskum máli. Hetta kann gera tað trupult at integrera tey í samfelagið. Tey kunnu hava trupult við at fáa arbeiði, serliga tí torført er at samskifta. Hetta førir við sær, at tey ikki gerast partur av felagsskapum í samfelagnum og kenna seg tí útstoytt ella ikki at vera ein aktivur partur av samfelagslívinum. Uppaftur størri er avbjóðingin innan barnagarðs- og skúlagátt, og tað er her, at vit veruliga eiga at seta inn, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum við mentamálum ein fyrispurning.

- Fleirmæltir næmingar hava brúk fyri nógv størri hjálp til føroyska móðurmálsundirvísing, enn teir fáa í dag. Fólkaskúlin er ikki tillagaður hesar næmingar, og lærarar hava hvørki tíð ella førleikar til at undirvísa fleirmæltum. Her eigur okkurt at henda beinanvegin, sigur Jóhannis Joensen. 

Tingmaðurin vísir somuleiðis á, at hoyra børnini ikki føroyskt heima, er skúlin ella dagstovnurin einasta stað, har barnið lærir málið. Tí er tað umráðandi, at vit í felag fara undir at veita hesum børnum skjót og nøktandi tilboð fyri samfelagsins, skúlans, lærarans, og næmingsins besta, skrivar Jóhannis Joensen í viðmerkingunum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
... og skip leggja tung at landi, eg fag…
Eg sigi - NEI TIL MOSKUR og ja til einar…
Illgruni um, at Hamas var uppi í alopi í…
125 % meira elnýtsla síðan ár 2000 – grø…
Sjúrður gjørdi tað ógjørliga
Ikki kvøldið hjá forfólkunum
Takk fyri stuðulin tit vístu mær
Heimstjørnan Flo Rida til Føroyar – 6. j…
Sjálvstýri – Our Vision for the Faroe Is…
Hví oyðsla, tá árið er at halla?
Orðblind skulu eisini hava høga raðfesti…
Óli Steinberg talar í Betesda í kvøld.
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…