Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mette Frederiksen vitjar Føroyar í komandi viku

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  01.11.2019 - 18:25 Politikkur Tíðindaskriv

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum í komandi viku. Løgmaður verður vertur fyri vitjanini.

Fyrrapartin hósdagin tann 7. november verður fundur í Vestmanna, har løgmaður og danski forsætismálaráðharrin fara at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Eftir fundin verður vitjað í Miðnámi, Vindrøkt og SEV. 

Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen fara at vitja Løgtingið og skipasmiðjuna MEST.

"Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Vónandi kann fundurin í næstu viku gerast startsskotið til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.  

Danski forsætismálaráðharrin sigur seg gleða seg til vitjanina.

”Jeg ser frem til mit første besøg på Færøerne som statsminister og til at mødes med lagmanden. Vi skal blandt andet drøfte vores fælles ønske om at styrke samarbejdet mellem regeringen og landsstyret. Jeg forstår godt Færøernes ønske om en større rolle i udenrigs-og sikkerhedspolitikken. Danmark og Færøerne har et stærkt fællesskab og vi skal samarbejde på de områder, hvor det kan være til fælles gavn.”, sigur Mette Frederiksen. 

Vitjanin endar við einum tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin hósdagin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur