Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kæra um KVF

SKRIVAÐ: Jan Højgaard  |  04.11.2019 - 11:46 Tíðindaskriv Vinna

Hetta virksemi Kringvarpsins, minnir mest um eitt skipað átak

Vegna Føroya Fiskimannafelag vil undirritaði hervið mótmæla, at Kringvarp Føroya verður misbrúkt til ógrundaða herferð móti fiskimonnum, har villeiðandi upplýsingar og beinleiðis ósannindi, um lønarviðurskifti hjá fiskimonnum, verða borin fram ferð eftir ferð.

KVF hevur, eftir øllum at døma átikið sær, at áhaldandi og miðvíst sáða iva um sáttmálabundin viðurskifti, har fult lógligar avtalur á arbeiðsmarknaðinum verða kriminaliseraðar og fiskimenn niðurgjørdir sum samfelagsbólkur. 

Hetta virksemi Kringvarpsins, minnir mest um eitt skipað átak, vent ímóti okkara vinnu og okkara limum, og stórur vandi er fyri skaða á umdømi og harvið framtíðarútlit okkara av hesum. Fiskimenn verða í roynd og veru hóttir upp á breyðið, av tí illvilja sum av órøttum verður elvdur av nevnda virksemi.

Sum fakfelag kunnu vit ikki liva við, at ein skattafíggjaður public service miðil gevur pall til, so ljóta herferð á landsins dýrasta mentanarbera.

 

Við heilsan,

Vegna Føroya Fiskimannafelag,

Jan Højgaard, formaður

 


 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing