Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk KT-loysn til størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2019 - 08:00 Tíðindi Vinna

Globe Tracker hevur í vikuni gjørt avtalu við størsta bingjuflutningsfelagið í Amerika, Seaboard Marine, um at útgerða teirra skip og bingjur við føroysku KT-loysnini.

Fyri Seaboard Marine merkir tað, at tey gjøgnum skipanina hjá Globe Tracker kunnu fylgja vøruni nágreiniliga allan vegin frá sendara til móttakara, og at møguligir trupulleikar við eitt nú kuldaskipanum kunnu loysast beinan vegin umvegis netið, líkamikið hvar vøran er.

Sum part av avtaluni skal telefelagið WMS uppseta fylgisveinasamband og framkomin tráðleys net umborð á skipunum hjá Seaboard Marine, soleiðis at samband altíð er við bingjurnar.

Les meira um slóðbrótandi avtaluna her: https://www.globetracker.com/seaboard-marine

Hetta er onnur stóra avtalan hjá Globe Tracker í ár. Tíðliga í summar varð avtala gjørd við týska flutningsrisan Hapag-Lloyd um útgerð og forrit til allar 100.000 kølibingjurnar hjá teimum.
 

 

 

Um Seaboard Marine
Seaboard Marine varð upprunaliga stovnað í 1983 og hevur fastar rutur millum Norðuramerika, Karibisku oyggjarnar, Miðamerika og Suðuramerika. Seaboard Marine hevur fleiri enn 25 bingjuskip og rutur til nærum 40 havnarbýir.
www.seaboardmarine.com

Um Globe Tracker
Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi og Týsklandi. Høvuðspartaeigarar eru Tryggingarfelagið Lív, P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 19 fólk, harav 9 í Føroyum.
www.globetracker.com



Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási