Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fær Bústaðir fígging ella fer bíðilistin at vaksa?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  08.11.2019 - 15:08 Politikkur Tíðindi

Stórt bústaðartrot er í løtuni. Samgongan hevur lagt Bústaðir til landsstýriskvinnuna í almannamálum at umsita við lyfti um átøk at breiðka um bústaðarmarknaðin. Hvat eigur at vera gjørt?

Meðan samgongusamráðingarnar vóru, vísti eg í Norðlýsinum á tríggjar tær størstu búskaparligu avbjóðingarnar í løtuni: Stórt bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur. Andstøðan fyrireikar í løtuni uppskot at leggja fyri Løgtingið, har almenna Bústaðir fær ein størri leiklut. Hetta leggur trýst á samgonguna um at taka hesa avbjóðing í álvara.

Føroyski búskapurin er í einum uppgangandi rákið í løtuni, har vit seinnu árini eisini hava uppliva stóran fólkavøkstur og støðugt minkandi arbeiðsloysið. Men eitt vaksandi trot á bústøðum hóttir við at tálma framhaldandi vøkstri komandi árini. Tí er bústaðartrotið ein av størstu avbjóðingunum, ið mugu handfarast av Landsstýrinum.

Er bústaðarpolitikkur blivin sosialpolitikkur? Ikki nokk!

Samgongan hevur flutt ábyrgdina av almenna bústaðarfelagnum Bústaðir frá Fíggjarmálaráðnum til Almannamálaráðið. Helst liggur eitt ávíst signalvirði í hesum, at almenn bústaðarbygging einamest snýr seg um sosialpolitikk, at tað almenna skal traðka til, har tað privata framtakssemi ikki røkkur til.

Í samgonguskjalinum bleiv annars staðfest, at “samgongan fer við fjøltáttaðum átøkum at breiðka um bústaðarmarknaðin”, og at “alternativir fíggingarmøguleikar verða kannaðir, og útboðið til teirra, sum hava serligan tørv, verður víðkað”. Harnæst bleiv eisini staðfest í skjalinum, at almenn og privat bústaðarbygging skal javnsetast – sí kassan við tekstinum í samgonguskjalinum. Almenni bústaðarpolitikkurin fevnir tí breiðari enn bert til sosialpolitisk átøk.

Úr samgonguskjalinum 2019:

Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar til allar føroyingar

Tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum at hava ein bústað, og eitt framkomið samfelag eigur at tryggja sínum borgarum henda møguleikan.

Málið er at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk við serligum tørvi. Ferð skal fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.

Almenn og privat bústaðarbygging skulu javnsetast.

Bústaðarmarknaðurin eigur at verða fjøltáttaður við møguleika fyri sethúsum, eigara-, luta- og leigubúðstøðum.

Ein loysn skal finnast á vantandi fígging til bygging kring alt landið.

Alternativir fíggingarmøguleikar til bústaðarbygging verða kannaðir t.d. eitt samspæl millum pensjónsfeløg, bankar, privat feløg, Bústaðir v.m.

Tinglýsingargjaldið verður lækkað aftur.

Bústaðir ynskir fígging, men Mercedis drálar

Bústaðir hevur bygt 333 bústaðir síðani umleggingina í 2012, har tey í seinastu tingsetu hava fingið heimild at læna 250 milliónir krónur at byggja fyri aftrat eginognini. Í seinastu ársfrágreiðing teirra eftirlýsir leiðslan, at Bústaðir verður umskipa til alment partafelag við greiðum løgfrøðiligum kørmum, so felagið kann samstarva við eitt nú pensjónsfeløg um bústaðarbygging. Tey vísa á, at bíðilistin telur yvir 2000 borgarar og er vaksandi.

Ætlar samgongan bert at brúka Bústaðir sum sosialpolitiskt amboð til at lofta teim veikastu á bústaðarmarknaðinum, fær leiðslan í Bústaðir neyvan sín vilja at umskipa virksemi til alment partafelag. Eitt endamál við at umskipa virksemi til alment partafelag vil vera, at stovnurin tá ikki hevur fyri neyðini at venda sær til politisku skipanina til at fáa almenna fígging. Men hetta er óneyðugt, um endamálið einans er at lofta tí, sum tey privatu ikki megna.

Í samrøðu við KvF herfyri greiddi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, sum nú varar av bústaðarpolitikkinum í Landsstýrinum, at ætlan teirra ikki er, at almenna bústaðarfelagið skal fáa kappingarfyrimun í mun til privatu veitararnar.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin leggja nú fram uppskot um at økja um lániheimildina hjá Bústaðir við 250 mió. kr. til at byggja 200 leigubústaðir fyri. Hetta er sama uppskot, sum datt burtur, tá val bleiv útskrivað. Hóast samgongan einans ynskir at brúka Bústaðir til sosialpolitisk endamál, krevst fígging til tey endamálini eisini. Tí kann tað saktans vera skynsamt at veita Bústaðir hesa lániheimild við tí treyt, at bygdu bústaðirnir veruliga vera bíligar leiguíbúðir til veikastu samfelagsbólkarnar. Men í samrøðuni við KvF avvísti landsstýriskvinnan hetta uppskot um at veita nýggja lániheimild til Bústaðir. Uppskotið leggur tó eitt ávíst trýst á Mercedis, sum má melda meira greitt út, hvat ætlanin við Bústøðum er framyvir.

Kommunurnar útstykkja ikki nokk

Hví loysir privata framtakssemi ikki bústaðartrotið? Sum víst bleiv á í grein míni um samgonguskjalið er høvuðsorsøkin manglandi útboð av hóskandi grundøkjum seinnu árini. Búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson hevur í aðrari grein staðfest, at Tórshavnar Kommuna seinastu 20-30 árini í miðal hevur útstykkja 12 grundøkir hvørt ár. Talið av húskjum í Føroyum er økt við í miðal 200 árliga síðstu sjey árini, harav størra helvtin av vøkstrinum er í Tórshavnar kommunu. Tí er útboðið bert ein brøkpartur av eftirspurninginum eftir býlum, sum ger at bústaðarprísirnir hækkað.

Tað er tí týdningarmikið, at Mercedis ger upp við seg sjálva, hvussu hon skal fremja hin partin av samgonguskjalinum um bústaðarpolitikkin í verki, ið snýr seg um at økja um og fjøltáttað bústaðarmarknaðin fyri øll. Har vil eitt samstarv við kommunurnar um útboð av grundøkjum vera ein fortreyt, tí kommunurnar sita við evstu ábyrgd av útstykking av grundøkjum til bústaðir. Kommunurnar mugu hava písk ella gularót fyri at verða skundaði undir at loysa tørvin. Í samrøðuni við KvF sipaði Mercedis millum annað til, at privatir veitarar skulu javnsetast við Bústaðir í møguleikanum í at fáa fatur í grundøkjum til sámuligan kostnað. Í so fall má landsstýrið so ella so áleggja kommunum hetta.

Eitt feskt dømi um, at kommunurnar hava trupult við at loysa trupulleikan av egnari drift er nógv umrødda málið um íbúðarbyggingina á Hamrinum. Á nýggjárinum vann eitt privat bústaðarfelag almenna útboðið av grundøkjum til at byggja slakar 100 leiguíbúðir á Argjum, men nú vit skjótt aftur fara at hátíðarhalda ársskifti, er ætlaða talið av leiguíbúðum minkað niður í helvt og annað grundøki skal finnast til endamálið. Høvuðssøgan í miðlunum hevur verið um grannarnar, sum óiva hava sínar góðar grundir til at vera ónøgdir við ætlaðu byggingina, men kommunalpolitikkararnir verða ikki á sama hátt grillaðir fyri óloysta trupulleikan við bústaðartrotinum í Tórshavn.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð