Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frágreiðing um hendingina í Fuglafjarðar Skúla

SKRIVAÐ: Sofus Gregersen, skúlastýrisformaður  |  10.11.2019 - 15:45 Mentan Tíðindaskriv

Frágreiðing um hendingina í Fuglafjarðar Skúla, tá verkstovan BRYD!, ið skuldi vera týsdagin 5. november 2019, bleiv avlýst dagin fyri

 

Gongdin í málinum

Mánadagin 4. november 2019 vóru næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnaðir um, at tey skuldu luttaka í verkstovuni BRYD!, sum longu skuldi verða dagin eftir. Onkrir av flokslærarunum hjá luttakandi flokkunum valdu henda sama mánadagin at kunna foreldrini við at leggja kunning um tiltakið út á Facebook-síðuna hjá sínum flokki.

Ígjøgnum áheitanir frá lærarum og foreldrum fekk skúlastýrisformaðurin kunnleika um verkstovuna.

Vegna tað, at skotbráið var alt ov stutt at kalla skúlastýrið til fundar, metti formaðurin tað vera neyðugt sjálvur at heita á skúlastjóran um at avlýsa tiltakið. Skúlastjórin tók hesa áheitan til umhugsunar og váttaði løtu seinni, at tiltakið var avlýst. Henda avgerð hjá skúlastýrisformanninum mátti, sum sagt, takast í skundi. Meirilutin í skúlastýrinum metir, at avgerðin at avlýsa tiltakið var røtt.

Skúlastýrisformaðurin kunnaði um, og grundgav fyri avgerðini í skrivi, sum varð sent til skúlastjóran, varaskúlastjóran, avvarðandi lærarara við ábyrgd av Listaleypinum, mentanarleiðaran í Fuglafjarðar Kommunu, kommunuumboðini fyri bæði Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, læraraumboðið og fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrinum. Hendan kunningin bleiv send við telduposti til omanfyri nevndu mánadagin 4. november 2019 kl.16.35. Alt málið og tilgongdin í málinum verður tikið upp til víðari viðgerð á næsta skúlastýrisfundi.

Tað at leikbólkurin ikki fekk boðini um avlýsingina, og møtti upp í Fuglafjarðar skúla týsmorgunin, er at harmast um, men tað hevur onki við skúlastýrið at gera.

Tá Kringvarpið (KVF) bar tíðindini um avlýstu verkstovuna í tíðindunum á kvøldi tann 5. november segði KVF, at tey ikki høvdu fingið fatur á skúlastýrisformanninum ella næstformanninum. Vit kunnu staðfesta, at hvørgin av hesum hevur móttikið uppkall, ella boð á annan hátt, frá KVF tann dagin. Orsøkin til hetta kann, sambart tele-veitaranum, verða av tekniskir trupuleikar, í kjalarvørrinum av seinastu iOS dagføringini.

 

Aðrar viðkomandi síður av málinum

Tað vóru ikki lærararnir í 8. og 9. flokkunum, sum bíløgdu verkstovuna frá Listaleypinum. Tað var lærari, sum ”varðar av Listaleypinum”, sum meldaði flokkarnar til tiltakið uttan at spyrja seg fyri hjá lærarunum, sum varða av flokkunum.
Fuglafjørður 10. november 2019
Lærararnir sum varða av 8. og 9. flokkunum, fingu kunning um innihaldið sunnudagin 3. november – ein arbeiðsdag undan tiltakinum.

Hetta samsvarar ikki við tankan við Listaleypinum, har viðmælt verður:

●  at næmingarnir sleppa upp í part at velja listavitjanir til skúlan
●  at lærarar gera listavitjanina til ein part av námsætlanini

Harafturat setir Listaleypurin sum krav:
●  at lærarin fyrireikar næmingarnar til listavitjanina, soleiðis at øll fáa sum mest burturúr vitjanini
●  at lærarin hevur ábyrgd av næmingunum, og er til staðar undir listavitjanini

Fyrra kravið kundi undir ongum umstøðum uppfyllast, tí ongin tíð var at fyrireika næmingarnar. Eisini vóru tað lærarar, sum mánadagin 4. november tóku frástøðu frá tiltakinum og søgdu seg ikki vilja vera til staðar undir listavitjanini.

Sostatt eru fleiri viðurskifti í skúlanum, sum ikki uppfylla viðmæli og treytir hjá Listaleypinum. Hetta fer skúlastýrið eisini at viðgera á næsta fundi, so sleppast kann undan líknandi ørkymlandi støðum og óneyðugum órógvi.

 

Grundgeving fyri avgerðini mánadagin 4. november 2019

Frágreiðing um verkstovuna BRYD!

Innihaldið í verkstovuni sæst í læraravegleiðingini, sum varð sent til lærararnar sunnudagin 3. november, og sum eisini er íkrøkt niðanfyri.

Verkstovan snýr seg um at kanna heteronormin, at gera næmingarnar varugar við, hvussu heteronormurin heldur tey niðri, hvussu tey kunnu bróta við henda normin og gerast aktivistar og handla eftir nýggju vitanini, sum tey ogna sær í verkstovuni.

Vert er her líka at greiða frá hvat “heteronormur” er. Heteronormur er fatanin av teimum tveimum kynunum, og at menn verða drignir at kvinnum og umvent. Hóast fatanin er gomul og væl grundfest kring allan heimin, so var tað ikki fyrrenn í 1991 at orðið “heteronormur” fyrstu ferð varð nýtt til at lýsa hesa fatanina. Hetta var í samband við menningina av “Queer theory”, sum er eitt ástøði, ið førir fram, at heteronormurin er nakað, sum fólk fáa kroyst yvir seg frá sosiala umhvørvinum, og at tað tí er neyðugt hjá hvørjum einstøkum at rannsaka seg sjálvan fyri at finna út av, hvønn kynsligan samleika ein hevur.

Í tilfarinum um tiltakið verður m.a. sagt:
●  at verkstovan kann ávirka næmingarnar, og tí er neyðugt at lærarin hevur uppfylgjand samtalur í flokkinum við næmingarnar
●  at verkstovan kann taka næmingarnar av bóli og skapa ørkymlan Fuglafjørður 10. november 2019
●  at verkstovan kann virka til viðbrekni og gera tey ráðaleys
●  at verkstovan lærir næmingarnar at skilja, hvussu, heteronormurin kúgar tey
●  at næmingarnir verða eggjaðir til at brúka nýggju vitanina, sum tey ogna sær íverkstovuni
●  at verkstovan eggjar næmingunum til at skapa broytingar, og eggjar teimum til atgerast aktivistar
●  at leikararnir gleða seg til, saman við næmingunum, at bróta normar

Verkstovan BRYD! er ikki bara miðling av vitan

Ábyrgd Fólkaskúlans er at miðla vitan til næmingin um øll evni, sum eru viðkomandi í dagsins samfelagi, so næmingurin kann “venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs”.

Tað er tí sjálvsagt, at undirvísing innan ymsar uppfatanir av kynssamleikum og normum skal hava pláss í Fólkaskúlanum, soleiðis at næmingurin kann gera sær eina sjálvstøðuga meting av hesum viðurskiftum. Hetta verður gjørt samvitskufult av lærarum í Fuglafjarðar skúla.

Tað er tó heilt greitt út frá lýsingini av tiltakinum hjá BRYD!, at verkstovan ikki bara hevur til endamáls at miðla vitan, men at endamálið eisini er at ávirka, forma og broyta næmingarnar eftir einum ávísum fyriskrivaðum leisti - sum er at bróta við heteronormin.

Tað vil altíð vera so at skúlin ávirkar sínar næmingar, soleiðis at tey gera sær nýggjar meiningar. Tó er innihaldið í BRYD! verkstovuni av einum heilt øðrum karakteri, tí her er ikki talan um at vegleiða næmingar til at gera sær eina sjálvstøðuga meining innan eina lærugrein ella øki, men talan er um at ávirka kenslur og hugsjónarlig virði hjá ómyndugum næmingum.

Í slíkum førum er tað týdningarmikið, at bæði leiðsla, lærarar og foreldur eru kunnað um og taka undir við, at teirra næmingarnir/børn taka lut í undirvísingini, sum tað eisini stendur í fólkaskúlalógini, har tað er uppgáva fólkaskúlans at taka atlit at tí einstaka næminginum í samstarvi við foreldrini, og fólkaskúlin skal virka í sátt og samvinnu við foreldrini.

Eitt tiltak, sum hevur til endamáls at broyta næmingarnar eftir einum ávísum fyriskrivaðum leisti - sum í hesum førinum er at bróta við heteronormin, er ikki í samsvar við Fólkaskúlalóginina, §2, stk.2, har tað stendur, at Fólkaskúlin eigur at skapa líkindi hjá næmingum fyri “at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs”.

Um innihaldið í verkstovuni bara var kunning, so hevði verið møguligt hjá næmingunum eftirfylgjandi at evna sær eina sjálvstøðuga meting, men so var ikki sambært lýsingini av tiltakinum.
Fuglafjørður 10. november 2019
Ongin eftirspurdur

Í Fuglafjarðar skúla vóru hvørki ábyrgdarhavandi lærarar ella foreldur eftirspurd, hvørt teirra næmingar/børn fingu loyvi at luttaka í verkstovuni BRYD!, so talan var ikki um eitt tilboð.

Tvørturímóti vóru ábyrgdarhavandi lærarar ein arbeiðsdag undan tiltakinum kunnaðir um tiltakið, sum tey skuldu luttaka í. Næmingarnir vórðu heldur ikki spurdir, og tað er ivasamt, um næmingarnir sjálvi hava dirvi og/ella førleikar til at meta um og siga frá, hvørt tey vilja luttaka í eini slíkari verkstovu.

 

Niðurstøða

Skúlastýrið umboðar bæði foreldur, lærarar og kommunu. Tiltakið hjá BRYD! verður av summum foreldrum, lærarum og kommunustýrislimum mett at vera heilt sakleyst, meðan onnur í sama hópi meta hetta at fara langt útum mark. Tískil er púra greitt, at evnið hjá BRYD! er sera viðkvæmt, og samanumtikið kunnu vit siga:

●  at verkstovan BRYD! hevði eina dagsskrá, sum fór út um vanliga miðling av vitan
●  at hvørki lærarar, foreldur ella næmingar vórðu kunnað ella spurd, um tey vildu verða partur av tiltakinum

Og tað var hetta, sum lá aftanfyri avgerðini um áheitanina, at avlýsa verkstovuna BRYD!. Um kunnað hevði verið um tiltakið í góðari tíð, og møguleiki hevði verið givin foreldrum, saman við sínum børnum, at taka av tilboðnum um at luttaka, so hevði støðan verið ein onnur.

Skúlastýrisformaðurin metir, at avgerðin at heita á skúlastjóran at avlýsa vitjanina hjá BRYD! verkstovuni var røtt, og undirtøka er eisini fyri avgerðini frá meirilutanum í skúlastýrinum.

 

Vegna meirilutan í skúlastýrinum í Fuglafjarðar skúla.

Sofus Gregersen skúlastýrisformaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…