Lýsing
Lýsing
Lýsing

Felagið Føroysk Træseglskip hevði aðalfund í síðstu viku, fríggjadagin 8. november.

SKRIVAÐ: Felagið Føroysk Træseglskip  |  11.11.2019 - 13:33 Mentan Tíðindaskriv

Tveir av stovnaðarunum, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, tóku ikki við afturvali.

Nýggja nevndin tekur við, har “gomlu” sleptu.

Avbjóðingarnar eru nógvar, - tað fyrsta vit fara í holt við, er at royna at útvega gamla siglandi træskipaflotanum meira stuðul, so vit ikki missa hesar dýrgripir av hondum.

Vit halda, at fíggjarlig orka er í samfelagnum at varðveita tann partin, sum í dag siglir.

 Fyrsta stig hjá er/verður at venda okkum til Føroya Løgting og allar kommunurnar um framhaldandi at vísa virðing fyri træseglskipunum og tí sjálvbodna arbeiði, ið har verður lagt, og sum kemur væl við, og styrkir okkum enn meira í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi.

 

Uttan almennan stuðul ber snøgt sagt ikki til at varðveita tað, ið eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum.

Vit ynskja níggju “reiðarunum” tillukku og bestu eydnu við Grinkil – FD 563 og Brimnes – TN 163.

Vit í nevndini takka Føroya fólki fyri stuðulin í  árinum, ið skjótt er runnið.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár - og góðan byr í nýggja árinum

 

Kári millum Garðarnar, formaður

Gudmund Jacobsen, næstformaður

Emil Simonsen, nevndarlimur

Hávarður Enni, nevndarlimur

Claus Reistrup, nevndarlimur

Jóannes Eidesgaard, tiltaksnevndarlimur

Dánial Joensen, tiltaksnevndarlimur

  

Havast skal í huga, at siglandi træskipaflotin er ein okkara størsti mentanararvur og súlan undir okkara nútímans framkomna samfelag. -  Latið ei søguna doyggja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…