Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur Jenis onga ætlan at styrkja førleikarnar á dagstovnum?

SKRIVAÐ: Føroya Pedagogfelag  |  11.11.2019 - 23:04 Politikkur Tíðindaskriv

Í fyrispurningi til Jenis av Rana, landstýrismann, hevur Jóhannis Joensen, tinglimur, spurt landsstýrismannin, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlunum.

Í skrivliga svarinum til Jóhannis, hevur landsstýrismaðurin útgreinað sínar ætlanir. Pedagogfelagið harmast um svarið. Í svarinum nevnir Jenis einki um ætlanirnar fyri dagstovnarnar. Harafturímóti er ætlanin at eftirútbúgva lærarar, ið undirvísa fremmandmælt børn.

Barnið byrjar ikki at læra tá tað gerst 7 ár. Starvsfólkini á dagstovnunum taka eisini ímóti fremmandmæltum børnum. Hesi skulu sjálvsagt eisini fáa somu førleikar, sum nú stendur lærarum í boði – og við tí fylgir eisini tíð til at gera uppgávuna.

Síðani stjørnarskiftið í september mánaði, hevur Pedagogfelagið heitt á landsstýrismannin um, at koma á fund við felagið. Her vildu vit umrøða ætlanirnar hjá landsstýrismanninum við teimum økjunum, har okkara limir arbeiða. Tað hevur ikki borið til enn hjá landsstýrismanninum at møta felagnum.

Pedagogfelagið fer at heita á landsstýrismannin um at koma við ítøkiligum ætlanum fyri dagstovnarnar. Vit skulu minna á, at landsstýrismaðurin eisini umsitur dagstovnalógina og námsfrøðina í dagstovnunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyasetvnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Lýsing