Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bankar byggja brýr, tí byggja teir land

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  16.11.2019 - 16:15 Tíðindi

Peningastovnar hava ein týðandi leiklut í nútímans búskapum, tí teir eitt nú umskapa stuttfreistaða uppsparing til langfreistaði fígging. Bankar byggja soleiðis brýr millum innlánarar og lántakarar á ein hátt, sum skapir virðir fyri samfelagið alt. Hesa vikuna flytir BankNordik í nýggja deild í Klaksvík, tí dvølja vit við bankaleiklutin í dagsins samfelag.

”Leingi er tað, ið væl skal vera” verður ofta tikið til. Um so er, ja, so verður nýggja deildin hjá BankNordik á Biskupstorginum í Klaksvík øgiliga góð. Tí tað eru nú liðin gott 5 ár síðani, at BankNordik í oktober 2014 kunngjørdi ítøkiligu ætlanirnar um at byggja nýggja bankadeild í miðbýinum í Klaksvík. Byggiverkætlanin hjá bankanum bleiv annars tá løgd út sum eini boð um, at BankNordik vil Klaksvíkina.   

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at tað tekur banka í Havn yvir fimm ár at byggja sær bankadeild í Klaksvík. Sjóvinnubankin fekk sær sína fyrstu bankadeild í Klaksvík í 1955, men bankabygningurin stóð innilokaður 4 ár frammanundan, tá fyrsta føroyska bankakreppan rakti í 1951-52 og steðgaði allari útbygging. Hetta er sambært bókini hjá Óla Jacobsen um Kjølbro. Søgan hevur tað við at endurtaka seg, hóast orsøkin til seinkingina hesa ferð helst er tann øvugta – ein yvirupphitaður búskapur.

Ein hálv milliard frá húskjum til virkir í 2018

Soleiðis er við bankavirksemi í heila tikið, at tað er ein spegilsmynd av gongdini í búskapinum. Innlán bankanna frá føroyskum húskjum øktust við einari milliard krónum í 2018. Samstundis øktust útlánini frá bankunum og realkredittstovnum til føroysk húskir við slakari hálvari milliard krónum í 2018. Hvat bleiv av hesi hálvu milliardini í yvirskotsinnlánum frá føroysku húskjunum? Eitt gott boð er útlán til føroyskt vinnulív, tí vinnuligu útlánini øktust við júst eini hálvari milliard krónum í 2018.

Onkur fyritøka byggir hotell, onnur byggja skip, meðan aftur aðrar hava øktan tørv á goymslufígging. Tað gongur gott í føroyska búskapinum í løtuni, tí sæst tað eisini aftur í øktum íløguvirksemi hjá føroysku fyritøkunum, sum tí hava tørv á fígging. Samstundis forvinna føroysku húskini nógvan pening og spara upp til aldurdómin, tí hava bankarnir eisini gjaldførið til millum annað at fíggja føroyskt vinnulív.

Tá Hansen hevur nøkur oyru eyka standandi á lønarkontuni, hevur bankin møguleika at fíggja hotellbygging hjá Jensen fyri fleiri milliónir, um væl at merkja onnur enn Hansen uppliva sama fíggjarliga fløva. Stuttfreistaði innlán kunnu soleiðis fíggja langfreistaði útlán. Um Hansen og hansara líkar skuldu funnið saman um at fíggja Jensen, hevði tað verið kostnaðarmikið at samskipa. Og fyri Jensen hevði tað eisini verið sera tíðarkrevjandi at leita upp nokk av uppspararum til at fíggja sítt hotell.

Bankarnir skapa soleiðis virðir við at bjóða innlánarum eina innlánstænastu, sum er við til at fíggja útlán, ið krevja meting av tapsváðanum. Umframt inn- og útlán fáast bankar við eitt nú gjaldsmiðling, pensjónir og íløgur. Onki er ókeypis, heldur ikki bankatænastur. Í 2018 hevði BankNordik soleiðis sløk 400 starvsfólk og 2 milliardir í eginogn frá partaeigarunum til at røkja uppgávuna. Afturfyri ómakin fingu starvsfólkini 280 milliónir krónur í løn tilsamans, meðan bankin fekk eitt yvirskot eftir skatt á 262 milliónir krónur svarandi til eina renting av eginognini á 13%. Á deild bankans í Klaksvík starvast níggju starvsfólk undir leiðslu av Einari Tróndargjógv.

Fleiri bankar hava røtur í Klaksvík

Ein fær illa nevnt vinnusøgu í Klaksvík uttan at nevna gamla Kjølbro. Soleiðis er eisini við bankavirkseminum. Kjølbro var við til at stovna bæði Norðoya Sparikassa fyri 100 árum síðani og Sjóvinnubankan fyrst í 1930’unum. Eisini tá var tað tørvurin á at samskipa fíggingina av vinnuligu íløgunum, ið var atvoldin til, at Kjølbro saman við øðrum tók stig til at stovna ein lokalan sparikassa í Klaksvík og seinni ein banka til at fíggja virksemi á sjónum.

Sjálvur man Kjølbro ikki hava verið heilt nøgdur við tænastuna, ið hann fekk bjóða frá peningastovnunum, tá fyrsta altjóða fíggjarkreppan rakti í 1929-30. Tí hann gjørdi ikki mætari enn at fara undir at framleiða sínar egnu myntir úr aluminium, ið hann árini 1930-33 brúkti til at rinda arbeiðsfólkinum løn, ið tey síðani kundu brúka at handla fyri í handlum hansara.

Alment fekk hann ábreiðslur frá donskum politikara í lesarabrævi í Berlingske, ið hartaði Kjølbro fyri at dríva trælalíknandi virksemi, tá arbeiðsfólk hansara soleiðis vóru tvungin at handla hjá honum sjálvum. Kjølbro lat sær hetta tó ikki lynda og svaraði aftur í drúgvum lesarabrævi í somu donsku avís, har hann grundgav fyri skipanini við spardum skrivstovuútreiðslum til at umsita bøkurnar, ið arbeiðsfólkini annars høvdu brúkt til at keypa upp á borg.

Ein stór bankakreppa rakti Føroyar fyrst í 1950’unum, har eitt nú Sjóvinnubankin var við at fara av knóranum grundað á vánalig útlán til at fíggja keyp av dangunum úr Stórabretlandi. Í tí sambandi tók Kjølbro við sum nevndarformaður í Sjóvinnubankanum fyri at hjálpa til við at fáa hann á rætt kjøl aftur. Tá hann legði frá sær aftur í 1956, var bankin komin á slætt aftur og eisini var nýggj bankadeild opnað í Klaksvík í 1955.

Í dag er tað langabbasonur Kjølbro, Niklas Nikolajsen, ið hevur tikið arvin upp við at vera virkin í altjóða bankaheiminum. Niklas hevur eina bankafyritøku í Sveits, har hann er stjóri og eigari. Fyritøkan fæst einamest við íløgur innan talgilda pengaheimin við sonevndum bitcoins, ið er ein av nútímans hóttanum ímóti siðbundnu bankunum.

Í dag eru tað ikki aluminiumspengar sum hjá Kjølbro, ið hótta gjaldsmiðlingina hjá bankunum, men hinvegin avgreiða fleiri okkara handilsviðskiftini við at brúka Apple Pay, Google Pay og skjótt eisini MobilePay.

Hóttanir og møguleikar hjá lokalum bankum

Bankar eru undir støðugum trýsti av fleiri rákum, ikki bert talgildum bitcoins. Talgilda sambandið millum bankan og viðskiftafólkini hevur gjørt nógv ørindaleys í bankanum, tí flytingar, yvirlit og enntá lántøka og íløgur kann avgreiðast á netbankanum nú. Við verksetanini av Talgildu Føroyum komandi ár kann hugsast at koma enn meira ferð á at talgilda bankasamband okkara.

Í dag eru tað ikki aluminiumspengar sum hjá Kjølbro, ið hótta gjaldsmiðlingina hjá bankunum, men hinvegin avgreiða fleiri okkara handilsviðskiftini við at brúka Apple Pay, Google Pay og skjótt eisini MobilePay. Føroyska loysnin FarPay hevur eisini gjørt sína innrás á gjaldsmiðlingina hjá fyritøkunum. Bankarnir hava tó framvegis fatur í grundleggjandi undirstøðukervinum við lønarkontum og eru bindilið okkara til eitt nú realkredittstovnar við bústaðarlánum og íløgufeløg til at røkja pensjónsuppsparingina.

Negativa rentan kann eisini gerast ein hóttan ímóti siðbunda bankunum, um viðskiftafólkini gerast nóg firtin yvir at rindað fyri innlánstænastuna til, at onkur annar veitari kann koma á marknaðin við aðrari loysn til eitt nú lønarflytingar og varðveitslu av virðunum.  Á útlánssíðuni er stóra rákið úti í heimi, at robottar yvirtaka kredittveitingina, t.e. at kundin veitir nakrar skjalfestar upplýsingar talgilt, sum verða brúktar til eina sjálvvirkandi kredittviðgerð og lániveiting. Tá tekur tað bert minuttir at avgreiða, og tað slepst undan menniskjansligum feilum. 

Møguleikin at møta hesum avbjóðingum liggur helst serliga í, at bankin megnar at skapa eitt virðismikið samband við kundan gjøgnum kompetenta ráðgeving og eitt meiningsfult samskifti. At vit sum menniskju hava brúk fyri øðrum menniskja til at skapa meining í flóðalduni av møguleikum og informatión. Hetta sampakkar væl við átakið hjá BankNordik í Danmark, har tey royna at gerast kend sum fyrsti volapykkfríi bankin.

Vónandi fer bankin eisini í Føroyum skjótt at sloyfa mjørkatos teirra og samskifta við kundan á jøvnum føti. Tey kundu hóskandi byrja á nýggju bankadeildini í Klaksvík, so kann tað vera, at allur bankin fer at tosa klaksvíksmál! Tað hevði nú verið ólukksáliga well.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB