Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Bjartalíð inni og Danielsen úti

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.11.2019 - 14:03 Ítrottur Tíðindi

Seinasta venjingin í gjár hevði tilvildarligar partar og bleiv ikki brúkt til at samanspæla liðið til dagsins dyst.

Í gjár skrivaðu vit, at venjingin gav ábendingar um uppstillingina til dagsins dyst, har 10 leikarar vóru í parti við m.a. trimum í verjuni. Men nú uppstillingin er almenn vísti tað seg, at einki lá í pørtunum undir venjing. Síðsta venjingin plagar ofta at vera brúkt til at samanspæla liðið, sum skal byrja inni, men soleiðis var ikki hesaferð. Tað merkir m.a., at Jóannes K. Danielsen ikki byrjar inni, meðan Jóannes Bjartalíð varðveitir sítt pláss.

 

FSF boðar frá, at uppstillingin verður hendan:

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum frá byrjan verða Gilli Sørensen, Brandur Olsen, Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð, meðan fremsti maður verður Klæmint A. Olsen.

Eykaspælarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias H. Eriksen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…