Lýsing
Lýsing
Lýsing

Krúndiamantbrúðarparið Gretha og Levi Joensen, Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.11.2019 - 14:17 Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Stórur dagur á Vágsheygnum, tá krúndiamantið er komið í hús.

Havi havt eitt tætt tilknýtið til tykkum bæði, og til tíðir havi eg kent meg sum son av húsinum.

Góða Gretha, henda megnar kvinna við myndugleika og ikki nógvum orðum, segði fyri mær, at Levi hevði mangan tikið “brættar” avgerðir, ein av teimum var at fara niður til Hirtshals at byrja eitt andaligt virksemið har, sum bleiv til MALTa, tað verður bert ævinleikin, sum kemur at prógva hvønn týdning tað hevur havt.

At fara avstað niður til Danmarkar frá 5 børnum og ommubørnum, tað var hart, men tað gekk, tí hon hugdi uppeftir har sum hjálpin kemur frá.

At verða millum “grýturnar” tá tað rak upp á tað harðasta á MAlta, settið krøv. Tá var gott at hava teg Grethu at siga hvussu tað skuldi verða.

Vit lesa í orðtøkunum 31,  v. 10 um kvinnuna.

So er tað húsbóndin, landið liggur soleiðis at mamma mín og Levi eru systkinabørn, so eg havi kent mannin væl alla mína tíð.

Um heystið í 1965 fór eg at sigla við honum tað var við Kletti, var við har í nøkur ár.

Tá fór ein stór broyting fram í lívi mínum. Eg kom til persónliga trúgv og tað hevur verið gott at havt í skjáttuni hesi mongu ár.

Øll vita um hvussu hann brennur fyri at vinna sálir fyri Harran, hann hyggur ikki rundan um seg, men fer beinleiðis til sakina, hvussu er vorði í tíni sál?

Tað var soleiðis tá tey búleikaðust í Hirtshals, tá vóru tey ofta heima um jóltíðir og plagdu vit at ferðast kring landið at halda møtir. Tað lá fast at fara til Sandoyar millum jóla og nýggjar, og í januar í Suðuroynna. Tað er við takksemi at eg minnist aftur á hasar túrar.

Eitt kunnu vit siga um hann, at hann hevur ein tosta eftir at bera Guds orð fram. Bók bókanna er ongantíð so langt frá honum at hann ikki røkkur til hana.

Ofta verður sagt, at aftanfyri hvønn góðan mann stendur ein ikki minni góð kona. Tað munnu vit siga um Grethu, at hon hevur hildið væl um træðrirnar.

Vit munnu sanna at sólin er komin nakað vestur á, tit hava borið hvønn annan, øll hesi mongu ár, eg veit at tit geva Harranum æruna fyri alt.

Eg vil takka tykkum fyri at leiðir okkara bóru saman, og tað samfelag vit hava havt í gjøgnum árini.

Heilsan

Heini á Marknagili

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…