Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nær fara fuglafrøðingarnir til arbeiðis

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.11.2019 - 10:46 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað er ein spurningur eg setið mær við hvørt. Sum glaður amatørur, tá ið um okkara fuglameingi ræður, leingist mær eftir at hoyra meira um støðuna hjá fuglinum í Føroyum.

Nú um dagarnar hevur sera nógvur fuglur hildið til á Vágni í Klaksvík, bæði skarvur og entur.

Hvat er hetta fyri skarvur, er hetta slíkt sum hoyrir heima her, ella er hetta Hetlandsskarvur, sum onkur vil halda.

Hvussu er standurin hjá æðunum? Tað tykir mær, sum um æðan er í stórari minking í Føroyum, og hvør er orsøkin? Vit hoyra lítið um støðuna hjá ravninum, sum mangan millum manna fær skuldina fyri at taka smáfugl. Áttu vit kanska at minka um stovnin. Sama er galdandi fyri skúvin, sum hann eitur í norðoyggjum. Skúvurin eigur í stórum tali fleiri staðni her um leiðir, í so stórum tali, at menn hava sæð seg noyddar at fara við byrsuni fyri at tynna nakað út í stóru koloniunum. Yvirskipað er tøgn frá fuglafrøðingum. Kanska lupu teir upp, tá bøndur klagaðu um grágásina, teir vóru ikki frammi í skónum áðrenn bøndurnir.

Tað sigst at teir sita í Havn og hyggja í eina teldu, skulu teir til arbeiðis, so skal ein eykajáttan til, freistast ein til at siga. Nú man skuldi telja grágæs, var biðið um sjálvbodna arbeiðsmegi at tað arbeiði. Er tað so, at ein eykajáttan skal til, um akademikararnir fyri 40.000 um mánaðin skulu til arbeiðis?

Og hvussu er við sjófuglinum? Vit hoyra ræðusøgur um at onki er til og at vit eiga at friða svartfuglin heilt. Nú havi eg verið á Íslandi í fleiri ár og fiska síl, har er lag á manni at fara á fínu restaurantirnar og keypa sær ein góðan lomvigadøgurða ella lundasteik, so har sær ikki út til, at teir halda svartfuglin vera so illa fyri, sum vit halda her hjá okkum.

Ja, ein verður ikki sørt argur við hvørt, tá íð um fuglameingið ræður. Tað sær simpult hen út sum um ábyrgdarfólk sita hendur í favn og bara lata standa til, skriva onkra hissini grein, men at gera nakað praktiskt munagott sýnist ikki at liggja so frammarlaga.

 


Frustreraður fuglavinur

Oliver Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni