Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðurjól letur dyrnar upp í morgin

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  27.11.2019 - 17:44 Mentan Myndarøð Tíðindi

Norðurjól er heitið á jólatiltaki, sum Klaksvíkar kommuna hevur staðið á odda fyri seinastu fýra árini. Norðurjól hevur ment seg frá at vera eitt leygardagstiltak til í ár at vera eitt jólatiltak, sum hevur fjøllbroytta skrá allan desember mánað – og í morgin, hósdagin kl. 10 lata dyrnar upp.

Tað Mimmy Vágsheyg, sum í ár samskipar Norðurjól, og heldur hon, at hetta er ein ótrúliga spennandi uppgáva. Tá ið vit vóru fram við í dag, vóru fleiri fólk, sum stákaðust við at fáa tað síðsta frá hondini. Men vit vóru skjótt samd um, at helst verður ein partur av náttini eisini tikin í brúk.

Men tað ger einki, tí móti jólum ber alt til, søgdu øll við einum smíli.

Mimmy greiðir frá, at eini 30 fyritøkur, har tann eina er av Skála og ein úr Havn vera við í ár – allar hinar fyritøkurnar er úr Klaksvík, og verða tær uppá skift í veghæddini á Biskupstorgi fram til 23. desembur.

Summir av handlunum eru bert Pop-Up handalar í eitt vikuskifti og aðrir í eina viku ella so. So tað verður nakað av skifti í, har eini 10 -12 handlar eru inni í senn.

Móttøka verður kl. 16 í morgin, hósdagin við røðum og tónleiki á skrá, har m.a. Klaksvíkar Hornorkestur setur dám á. Danny og Ingi vitja eisini við tónleikainnsløgum.

Eisini ber til at keypa okkurt leskandi og eru allir handlarnir skipaðir sum opið landslag, har tú bara gongur í millum eftir einum “torgi”, sum er millum handlarnar.

Verður tað ov heitt inni, kanst tú svala tær á á skoytubreytini, sum er beint uttanfyri – Tó letur hon ikki upp fyrr enn út móti fyrsta vikuskifti í desember.

Hetta verða eina annarleiðis og spennnandi Norðurjól við nýggjum og góðum kørmum mitt í miðbýnum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026