Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Árnafirði

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  30.11.2019 - 20:31 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í Árnafirði møtti hópin av fólki til Jólatræ-haldið har kl. 17 í dag.

Olivar Askham, sum er ættaður úr Árnafirði hugleiddi um barnaárini í Árnafirði og um tað stóra stigið, tá ið umheimumrin lat seg upp fyri teimum við tí tá fantastiska bergholinum gjøgnum fjallið, so tað slapst til Klaksvíkar ella norðurum, um so skuldi verðið.

Hesi bæði berghol – Árnafjarðartunnilin 1964-65 og Hvannasundstunnilin1966-67, sum tá vóru nakað heilt fyri seg, eru nú 55 ár seinni illa lídd og als ikki tíðarhóskandi, vísti Olivar á.

Olivar hugleiddi um, hvussu tað varð lurtað í Úrvarpinum eftir jólaheilsunum, og at tað hvørt á var onkur úr Árnafirði, sum bar heilsanir henda vegin, ið var búsettur uttanlands.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi hugnaligan jólatónleik og útvarpsstøðin, Starabúrið var eisini við í ferðini, so til ber helst at hoyra frá jólahaldinum á teirra heimasíðu.

Tó at tað vórður tiknar hópin av myndum frá haldinum í Árnafirði, mislukkaðist okkurt í sambandi við innleggingina í telduna, so allar myndirnar, sum lýsa sjálvt haldið misfórust.

Myndir eru at kalla bert frá hugnaløtini inni í gamla bygdahandlinum. Tit, sum møguliga eiga myndir frá haldinum úti í túninum, eru meir enn vælkomin at senda hesar myndir til Norðlýsið.

Vit prenta røðuna hjá Olivar Askham niðanfyri:

 

Góðu Árnfirðingar og áhoyrarar annars. Tá eg fekk fyrispurningin, um at halda røðu við jólatræið í Heimbygdini, svaraði eg ikki beinanvegin, men hugsaði: “Hvat havi eg at siga til eitt slíkt høvi? Ella hvat sigur man?” Men sum sæst, so havi eg sagt ja!!

Jólaføstan byrjar 4. sunnudag fyri jól, og tað er sum kunnugt í morgin. Hetta er ein serlig tíð, bæði fyri okkum vaksin, men eisini fyri børnini.

Tá eg vaks upp, hetta var í 50-unum og 60-unum, kann eg minnast at jólatíðin byrjaði, tá Óli hjá Niclasi hevði fingið jólaposar og jólapappír. Øll vøra var, sum vit eldru minnast, í leysari vekt. Eg kann eisini minnast hvussu skjótt og væl Óli gjørdi kramarhús. Og tá ið Óli hevði pyntað handilin við guirlandum og alskyns jólapynti, ja tá vóru jólini sera nær!

Og so minnist eg jóla heilsanirnar í útvarpinum, sum vit systkin altíð vóru spent til, tí vit áttu eina fastir í Søviknes í Norra, sum hevði ein heilt serliga alsk til heimbygdina, Árnafjørð. Hon nevndi altíð fleiri av bygdafólkunum við navni, í sínum heilsanum. Hetta var altíð ein sera hugnalig løta.

Men í 1965 broyttist alt, tí tá varð tunnilin millum Ánir og Árnafjørð skotin ígjøgnum. Tá var alt ikki so friðsælt (idylliskt) longur, vildi onkur halda, men tað hugsaðu vit børn ikki so nógv um.

 

Men broytingin var ikki so lítil. Bygdin bleiv faktiskt ein vinnulívsbygd, við blikksmiðju, snikkaravirki, flakavirki og handli sjálvandi. Handilin høvdu teir hjá Niclasi, ella vit kundu sagt: systursynirnir hjá sjálvum Kjølbro. Óli, Arni, Legga ella Stjórin, sum hann bleiv kallaður, og Levi.

Men skuldi man til stórbýin, mátti man hava bil. Og aftur her, vóru teir hjá Niclasi oddamenn. Levi hevði nokk tann fyrsta bilin, og so komu Legga og Arni.

Óli fekk sær ongantíð bil. Tað vóru beiggjarnir, ið fingu vøru til handilin, og var tað fyri tað mesta Levi, sum røktaði hesa uppgávu. Og ikki vóru tað fáir túrar, sum vit børn sluppu, við bilinum hjá honum. Levi koyrir enn, væl ávegis 90.

Jólatræið í skúlanum plagdi at vera 1. dag. Tað var ein serlig løta, tá man kom inn í skúlan og sá, tað so vakurt pyntaða, jólatræið mitt á gólvinum. Skúlaborðini stóðu úti við veggirnar og har kundu tey eldru/vaksnu sita og práta, meðan børnini dansaðu ella nærum runnu runt á gólvinum.

Men tá so jólaevangeliið bleiv lisið var friður. Her fingu vit enn einaferð at vita, hví vit halda jól. Jesusbarnið, ið varð føtt í einum fjósið í Betlehem, tí ikki var pláss í gistingarhúsinum. Vit hoyrdu um hirðarnar á markini, sum fingu hesi tíðindi at vita frá einum einglaskara.

 

Vísmenninir úr Eysturlondum, sum komu langan veg, bert fyri at síggja barnið, sum nýborið var, og geva tí gávur. Hetta var jú heimsins frelsari, sum lá í krubbuni, sum tað hevði verið greitt frá í øldir.

Sjálvt um vit á hvørjum ári hoyrdu og enn hoyra søguna, so er tað sum um at vit øll steðga á hesa løtu. Vit nærum eru í Betlehem og ímynda okkum, hvussu tað var. Tað er søgan, sum vit aldrin gerast troytt av at hoyra.

Ná men træið skal tendrast. Jólatræið er ikki hvat sum helst fyri træ. Jólatræið er eitt granntræ og er altíð grønt og missir ikki nálirnar, men skiftir tær út við nýggjar nálir. Hetta hendir umleið 5. hvørt ár. Elsta træ í heiminum er faktiskt eitt granntræ/jólatræ. Hetta træið stendur í 910 metra hædd í Svøríki og er 9500 ára gamalt reyðgrann.

Jólatrøini, sum koma henda veg, eru gróðursett bert við einum endamálið, og tað er at verða høgt niður tá tey eru umleið 8-12 ára gomul, umleið 1,5 - 3 metrar høg. Fyri síðan at gleða okkum mannabørn hesa jólatíð.

 

Og ja - vit kunnu ikki annað enn at verða samd. Tey eru sera vøkur og skapa gleði og hugna, um eina serliga tíð.

 

Eg vil enda við einum sangi hjá M. C. Restorff:

Leitar vár hugur í dag

Aftur til Dávids stað

Síggja har hirðar á vakt

Einglar, sum júst hava sagt:

Farið og finnið eitt fjós

Føddur er heimsins ljós

Fjøtraða sál finnur frið

Frelsu við hansara lið

 

Takk fyri og Gleðilig Jól!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av oddaliðnum
Hygg kavin hann er komin....
Myndir úr Løgtingi­num í dag
Sveinar fáa prógv
Nú hækkar fólka­pensjónin
Árliga jóla­konsertin í Christians­kirkjun…
Jóla­skipið kemur á Runavík leygar­dagin 1…
Vit hava ikki bíðja forbanna leingi - me…
Kommunala eftirlitið bíðjar eftir skjølu…
Norðurjól í dag
Reisigildið við Djúpumýrar
Skal lívið bæði byrja og enda í Havn?
Ummæli: Bindiklubbakonur­nar hava lagt st…
Animatiónsfilmar partur av jóla­hugna­num…
Ummæli: Protein­stríðið
Jørgen: Kringvarpið skapt alheimssøgu út…
Trýst- og viðgerðar skipan góðkend í Kla…
Huaweimálið - fær tað avleiðingar fyri K…
Býráðið samtykt vinarbýarsamstarvið við…
Miðlastuðul latin átta miðlum
Lýsing